Foreldur hansara vóru Maria á Teigunum og Jóan Petur Madsen, skipari úr Kvívík, ið búsettist á Sandi. Magnus var elstur av seks systkjunum, ið komu til, og tíðliga vísti hann stak góð evnir til tað bókliga. Hann var tí sendur til Havnar sum 10 ára gamal at ganga í millum- og realskúla. Eftir at hava fingið realprógv fór hann á sumri 1935 til Danmarkar og tók studentsprógv í Sorø í 1938. Hann fór tá at lesa til kemiverkfrøðing, men um mánaðarskiftið februar-mars árið eftir fekk hann tey tungu boð, at pápin var deyður av tuberklum. Hetta var ein ógvisligur smeitur fyri Magnus, men hann gavst ikki á hondum, hóast peningaligi stuðulin heimanífrá helst steðgaði upp. Hann helt á og fekk lestrastuðul eina avmarkaða tíð, og við ótrúligum seiggi arbeiddi hann dúgliga við lestrinum og var liðugur longu í 1943.
Hann fekk starv við "H.C. Ørsted Værket" og var har í eini 2-3 ár, men fór so í starv hjá "Rockwool-koncernini", ið framleiðir bjálvingartilfar. Í 1947 var hann nakrar mánaðir í Føroyum og royndi at fáa starv her, men einki spurdist burtur úr. Niður aftur komin fekk hann starv hjá "Hanias", men tey seinastu nógvu arbeiðsárini vóru hjá "Dansk Brandværnskomite". Tá ferðaðist hann runt alt Danmark og kannaði um bjálvingar vóru sum tær skuldu. Tær ábøtur, sum instituttið mælti til, vórðu gjørdar, tí tryggingarfeløgini kravdu tað.
Magnus hevði stóran tokka til føðilandið, og var sera virkin í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn, og tá ið hann fór frá fyri aldur, gekk leiðin heim aftur. Hetta var í 1983. Í Hoydølum høvdu teir trupulleikar við at fáa lærarakreftur tá, so boð vóru eftir Magnusi at koma at hjálpa. Har undirvísti hann so sum vikarur í hálvt ár, til lærari fekst.
Magnus giftist undir krígnum við Kirsten, ið var donsk, og tey fingu tveir synir, Óla Bjørn og Niels Petur. Eg kann minnast, tá ið eldri drongurin Óli Bjørn á fyrsta sinni kom til Sands, hann mundi vera eini 6-7 ára gamal. Vit undraðust hvussu væl hesin smádrongur dugdi at tosa føroyskt. Tað hevði pápi hansara lært hann.
Í 1961 komu Magnus og Bergljót Hátún saman, og tey giftust. Tey fingu trý børn, Anniku, Jóannes og Turid.
Magnus hevur verið ein virkin maður alt sítt lív eisini sum pensjónistur. Var nakað tiltak í miðbýnum í Havn, so sá tú sum oftast Bergljót og Magnus, ja, tey vóru ein býarmynd. Tað er ikki av tilvild, at tey eru fremst í permumyndini á bókini "Aftur og fram 91/92" hjá Finnboga Ísaksoni sála. Í Tilhaldinum í gamla Føroya Banka vóru tey fastir luttakarar, og sjálvt á útoyggjastevnuni í Svínoy í summar vóru tey við. Á ólavsøku sóu vit tey á sjónvarpsskugganum greiða frá myndaframsýning í Tilhaldinum. Eisini sást tú tey stuðla, tá ið tey samkyndu savnaðust í miðbýnum fyri fáum vikum síðani
Hóast Magnus bert var 10 ára gamal, tá ið hann flutti av Sandi, hevði heimbygdin hansara stóra tokka, og tað fór neyvan nakar til gravar har, uttan at tey vóru til jarðarferðina. Pápi hansara keypti gomlu handilshúsini á Grótteigum, tá ið handilsvirkið hjá Rasmusi í Koytu fór av knóranum í 1925. Húsini vórðu seinri tikin niður, og tá ið systkini lutaðu eigindómin á Teigunum sundur, skipaði Magnus fyri, at honum lutaðist handilsgrundstykkið á Grótteigum, og tað liggur dygst uppat "Aksalsahandli" hjá Sands Bygdarsavni. Í summar handaði hann bygdarsavninum tinglýst skeyti uppá hetta grundstykki, ókeypis.
Magnus er farin, ein vitandi maður, ið visti so nógv at práta um, og saknurin er stórur hjá teimum mongu, yngri sum eldri, ið kendu hann. Men størstur er saknurin hjá tær Bergljót og børnum og abbabørnum. Tað gleddi hann nógv, at felags fotomynd varð tikin í summar av tykkum øllum.
Mátti hann, ið øllum valdar, styrkt tykkum í sorgini og sakninum.
Ólavur Clementsen