Málverji avgjørdi í yvirtíðini

Video: Danski málverjin, Martin Hansen, varð í kvøld stóra hetjan fyri hollendska felagið, Ado Den Haag

Danski málverjin, Martin Hansen, er í kvøld heitasta navnið í hollendskum fótbólti.

 

Málverjin skoraði nevniliga útjavnandi málið fyri Ado Den Haag, tá teir í kvøld spældu 2-2 javnleik móti verandi meistarunum úr PSV Eindhoven.

 

Málið hjá Martin Hansen kom ikki fyrrenn djúpt inni í yvirtíðini, og tað var ikki eitt hvat sum helst mál. Málverjin skoraði eitt frálíkt mál við hælinum, eftir at eitt frísparksinnlegg var komið í feltið.

 

Omanfyri ber til at síggja heldur margháttliga málið hjá danska málverjanum.