Man U. og Chelsea vunnu

Oddaliðini í ensku Premier League greiddu sína skyldu, tá tey vóru í dysti mikukvøldið.

Manchester United hevði vitjan av Watford, og við málum frá Ronaldo, Rooney, Larsson og einum sjálvmáli vann Manchester tryggan 4-0 sigur. Chelsea, sum er seks stig aftan fyri oddaliðið, vann 3-0 á heimavølli móti Blackburn. Drogba, Lampard og Kalou skoraðu málini hjá meistarunum. Aðrastaðni spældu Bolton og Charlton javnleik 1-1, meðan Newcastle vann 3-1 á Aston Villa.