Maðurin, sum var venjari, tá Argentina seinast vann HM í fótbólti í 1986, Carlos Bilardo sigur, at tann legendariski spælarin, Diego Maradona verður argentinskur landsliðsvenjari. Carlos Bilardo skal sjálvur verða tekniskur stjóri hjá argentinska landsliðnum. Diego Maradona skal avloysa Alfio Basile, sum ikki hevur havt eydnuna við sær, sum argentinskur landsliðsvenjari. Argentina hevur ikki havt góð úrslit í inniverandi HM-undankapping. Diego Maradona er millum best umtóktu persónarnir í Argentina, og hevur ongantíð dult, at hann hevur ynskt at gerast argentinskur landsliðsvenjari. Maradona er í dag 48 ára gamal, og átti hann høvuðsæruna fyri, at Argentina vann HM í Meksiko í 1986.