Jón Gaasedal
Hósdagin 15. apríl var fundur við fyrilestrum havdur í Norðurlandahúsinum. Fundurin var fyriskipaður av Føroya náttúru- og umhvørvisverndarfelag, FNU. Evnið var varandi burðardygg orka. Ein av ætlanunum við fundinum var, at polittikarar, vinnan og Føroya fólk sum heild kundu fáa eitt størri innlit í hesi viðurskifti, sum so nógv verður gjørt burturúr í londum um allan heim í hesum døgum.
Fitt av fólki var savnað í Norðurlandahúsinum henda seinnapart - eini 100 vildi onkur vera við.
Fyrilestrahaldarar vóru Dr. Preben Maegaard, forseti í heimsumfevnandi vindorkufelagsskapinum WWEA; Klæmint Weihe, stjóri í SEV og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í orkumálum.
Fyrstur á røðarapallinum var Erling Simonsen, formaður í FNU. Hann bjóðaði øllum vælkomnum, og hugleiddi eitt sindur um føroyska samfelagið fyrr í tíðini, og um orku og annað ið tá var.
Altjóða viðurkendur
Síðani trein Preben Maegaard inn á pallin. Preben Maegaard er maður ið er høgt virdur í altjóða høpi, og hevur hann holla vitan og kunnleika til eitt nú vindorku. Framløga hans var, sum væntast kundi, á donskum máli.
Hann greiddi frá, hvussu ymiskir orkuspurningar verða loystir í útlondum, meðan myndir og stabbamyndir vórðu varpaðar upp á tann hvíta veggin aftanvert røðarapallin. Eitt brek við tráleysu mikrofonini darvaði nakað, og óljóð hoyrdist ein part av tíðini, men ikki meira enn tað, at ein hoyrdi hvat sagt varð.
Oljan gongur undan
Preben Maegaard nýtti fittan part av tíðini til at tala um orkutilfeingisnøgdina, ið enn er til av tí orku, sum vit vanliga nýta í dag, og talaði hann eina mest um oljuna. Við verandi nýtslu, segði hann, var bert fossil orka eftir til 30-50 ár - kanska minni enn tað, og tá er øll tann fossila orkan íroknað, t.d. gass og kol. Hann vísti á tær risa nøgdir, sum heimssamfelagið nýtir samanlagt, og samanbar hetta við, at samlaða oljunøgdin, sum Danmark hevur í undirgrundini, svarar til nýtsluna í 25 dagar hjá heimssamfelagnum.
1980 - eitt vegamót
Undan 1980 varð árliga funnin meira olja, enn nýtslan var, men eftir 1980 hevur nýslan verið hægri, enn tað ið funnið verður, og er støðugt vaksandi, og tískil minka nøgdirnar skjótt. Eisini er vorðið dýrari at taka oljuna upp, og fer tað at hava við sær ein javnt vaksandi kostnað fyri keyparan frameftir. Hann nevndi eisini eina møguliga oljuvinnu við Føroyar, og legði afturat - helst skemtandi, at um hann var ?Føroyar?, so hevði hann bíðað eini 20 ár við at gagnnýta hetta tilfeingið, tí tá var oljan vorðin so mikið virðismiklari.
Varnar útsøgnir
Annars sýntist hann varin við at koma við konkretum pástandum, tá hann talaði beinleiðis um føroysk viðurskifti. Vanliga er hann rættiliga kontantur, og leggur ikki fingrarnar ímillum, tá hann t.d. teppir danskar polittikarar og skeptikarar annars.
Preben Maegaard talaði eisini um umhvørvismál, um CO2 útlátið og aðrar loftløgir, ið undir einum verða kallaðir vakstrarhúsloftløgir ella drivhusgasser. Hann nam eisini leysliga við fleiri møguligar varandi orkukeldur.
Hjartamálið - vindorkan
Men tað var einki at taka seg aftur í, at vindorkan, og lutvíst sólorkan, eru hansara hjartamál.
Hann greiddi frá, hvussu tøknin hevði ment seg fram til dagin í dag, og kagaði eisini fram í tíðina. Grundgevingar hansara fyri at leggja um til varandi orku sýntust vera fleiri. Helst fyrst og fremst vegna hóttandi orkutilfeingisfelluna og hægri kostnaðin, men neyvan minst vegna umhvørvið.
25 procent vindorka í Danmark
Preben Maegaard vísti myndir og greiddi frá, at í dag verður 20 prosent av danska ravmagninum framleitt við vindorku, og avgjørt er, at innan næstu 3-4 árini skal hetta talið verða komið upp á 25 prosent. Á einstøkum øki var hetta talið longu í dag uppi á 50 prosentum, og á fleiri støðum uppi á 30 prosentum, so har sýntust ongar forðingar fyri, at Danmark kundi fáa stóran part av orku síni nøktaðan frá vindorkuni.
Vetni og framkomin tøkni
Preben Maegaard kom eisini nakað inn á aðrar spurningar, sum vanliga verða tengdir at vindorku, sum t.d. hvussu avlopsorka kann goymast, ta stund framleiðslan er størri enn nýtslan. Her kom hann serliga inn á vetni, eisini kallað brint ella hydrogen, og talaði um fyrimunir og vansar, har ein vansi er, at tað rúgvar nógv upp, meðan ein av fyrimununum er, at tað als ikki dálkar umhvørvið.
Neyðugt við politiskum kørmum
Men fyri at tað skal lata seg gera, so við og við, at leggja um til varandi orku, so er alneyðugt, at politiska valdið skapar neyðugu karmarnar. Her segði hann, at landsins lógir mugu smíðast soleiðis, at privatar fyritøkur verða eggjaðar til íløgur í vindorku, og teimum má eisini verða tryggjað ein hóskandi inntøka fyri framleiddu orkuna. Fyri at náa hesum málið, so er ófrávíkiliga treytin tann, at øll skulu hava atgongd til almenna el-kervið.
Tey virkisfýsnu og afturhaldið
Preben Maegaard vísti á fleiri dømi úr útlondunum, har hesi viðurskifti eru komin upp á pláss fyri fleiri árum síðani, og onnur, ið ikki fyrrenn nú eru komin við. Her nevndi hann serliga Týskland, ið hevði sett sær fyri at verða fremsta landið í heiminum at menna hesa tøkni. Og sum andsøgn til hetta nevndi hann Ongland, sum ikki fyrrenn nú hevur fingið hesi viðurskifti upp á pláss. Og tískil er Ongland eftirbátur, meðan Týskland er komið eitt stórt stig framum aðrar tjóðir á hesum økinum, og samanlíknaði hann hetta við ídnaðarkollveltingina, har Ongland gekk á odda - men sum hesaferð so dyggiliga hevði sovið í tímanum.
Politiski viljin
Niðurstøðan var sostatt, at tað er tann politiski mynduleikin sum noyðist at skapa hesar karmar, og uttan hesar karmar hendir einki. Og hesir karmar eru, at øll skulu hava atgongd til el-kervið, at privatar fyritøkur skulu eggjast til at gera íløgur í varandi orkuloysnir, og at tað almenna skal stuðla hesum fyritøkum í byrjunarstignum.
Lítlu Føroyar og hagtøl
Næsti røðari var Klæmint Weihe.
Klæmint legði skemtiliga fyri við at nevna ?Dánjal í leyvubølinum?, og segði seg vóna, at eisini hann fór at yvirliva henda túr í ?leyvubølinum?.
Eisini hann hevði eina ?presentatión?, ið varð varpað upp á veggin frá eini ferðateldu, ið stóð tøk til endamálið, og sum annars varð nýtt av øllum fyrilestrahaldarunum.
Klæmint Weihe vísti myndir og greiddi frá virkseminum hjá SEV, og hvat teirra virkisøki er, og legði hann serliga áherðslu á, hvat ikki er teirra borð. Vístir vóru grafar og stabbamyndir við ymiskum hagtølum, sum t.d. býtið millum orku frá olju, vatnorku og vindorku, og býtið av orkunýtsluni millum SEV og aðrar partar av samfelagnum, har skipaflotin var nógv tann størsti einstaki bólkurin hvat orkunýtsluni viðvíkur - her olja. Tað sýntist tó eitt sindur løgið, at fleiri av talvunum stavaðu frá 1988, og tískil 16 ára gamlar.
Ikki samdir
Klæmint Weihe hevði heilt aðrar hugsanir um vindorkuna enn Preben Maegaard, og serliga sæð í samband við el-kervið, tí, greiddi hann frá, so kann el-kervið í Føroyum ikki sammetast við tað danska, sum hevur møguleika til at samstarva um landamørk og ikki er so ávirkiligt sum tað føroyska, vegna sína stødd. Men hesin munur teirra millum mundi neyvan nerva, tí Klæmint talaði á føroyskum, og tað skilti hin ikki petti av. Yvirhøvur tóktist at vera langt millum teir báðar.
Vindur - óstøðug orka
Klæmint Weihe vildi vera við, at vindorka er ein óstøðug orka, og vístir vóru grafar, ið stavaðu frá vindmyllunum ið standa omanfyri Vestmanna, og sum felag uttanfyri SEV eigur og rekur. Grafarnir vístu ta óstøðugu orkuna, ið hesar vindmyllur framleiða inn á netið hjá SEV, har spenningurin fer upp og niður, alt eftir hvussu vindurin háttar sær ta løtuna. Hesar broytingar í veitingini noyðist so SEV at bera í bøtuflaka fyri, við samsvarandi at vaksa og minka spenningin, fyri at endaliga úrslitið, sum brúkarin fær um ravmagnsveitingina, kann gerast ein javnur spenningur. (Viðm.: Tað er m.a. hetta sum ger, at avmarkað er hvussu nógva vindorku netið hjá SEV tolir, í hvussu er um vindmyllutøknin verður nýtt á henda hátt. Tað finnast í dag vindorku-heildarloysnir, har als ongar broytingar eru í veitingini, og eru tá ongar forðingar longur fyri, hvussu nógvar vindmyllur kunnu setast til netið. Men henda møguleika hava myllurnar í vestmanna ikki sum er.)
Ansar eftir el-góðskuni
Klæmint Weihe greiddi frá, at trupuleikin var als ikki tann, at sjálvar linjurnar ikki toldu, at ov nógvar vindmyllur verða knýttar upp í netið, men at tað vóru hesar óstøðugu broytingarnar í veitingini ið eru orsøkin, og at tað var hansara uppgáva sum stjóri á SEV at syrgja fyri, at góðskan á el-veitingini í Føroyum ikki gerst ov vánalig.
Olja og vatnorka álitið
Klæmint Weihe segði seg vera sannførdan um, at rætt er at halda áfram við vatnorkuútbyggingunum, og at hann ikki ivaðist í, at vit framhaldandi fóru at brúka olju sum orkukeldu nógv ár framyvir.
Orkupolitikkurin
Triðji og seinasti røðari var Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í m.a. orkumálum. Hann var komin av øðrum fundi, og hevði tískil ikki møguleika at hoyra tað, sum Preben Maegaard hevði at bera fram. Bjarni Djurholm greiddi frá tí, sum arbeitt verður við í løtuni frá politiskari síðu, m.a. at orðast skal ein orkupolitikkur fyri Føroyar, tí sum er, er eingin yvirordnaður orkupolitikkur á økinum.
Bjarni Djurholm var annars samdur við Klæminti Weihe um, at Føroyar fóru at hava oljuna sum sítt álit á orkuøkinum nógv ár fram í tíðina, og sýntust teir báðir sum heild at vera samdir um tað mesta, teir høvdu borið fram.
Niðurstøða
Áhoyrarin fekk høvi til at hoyra framløgur um orkuspurningin frá trimum ymiskum røðarum, og seta fram spurningar til teirra, uttan tó at nøkur niðurstøða fekst. Hetta kom sjálvsagt einamest av, at talað var á føroyskum, og kundi tískil Preben Maegaard ikki gera viðmerkingar, til tað sum hinir søgdu, og Bjarni Djurholm kundi sjálvsagt heldur ikki gera viðmerkingar til tað, sum Preben Maegaard hevði borið fram, tí hann var á øðrum fundi, um tað mundið hesin hevði orðið. Hetta gjørdi sum heild fundin heldur margháttligan og fløkjasligan, og ein fekk eina kenslu av at hoyra tríggjar heilt ymiskar framløgur, ið als einki samband høvdu hvør við aðra, og høvdu menn ikki sørt ymiskar hugsanir um fleiri spurningar.
Fyrireikararnir kundu havt borið so í band, at onkur var sum kundi tulka fyri Prebeni Maegaard, tað ið fyrifórst og varð sagt. Hetta hevði ríkað áhoyraran meira, og hevði verið ein íblástur til víðari kjak, og eisini ein stuðul hjá landsstýrismanninum í orkumálum, nú álit um orkupolitikk skal leggjast fram í næstum.