Margreta fer ikki til til konfirmatión hjá Heindriki greiva

Konfirmatión í Frankaríki bendir á, at Joakim prinsur fyllir minni í Danmark, heldur lektari.

 

Margreta drotning kann ikki vera við, tá Heindriku greivi skal konfirmerast í París. Tað er tí, at hon júst er skorin í rygginum. (Arkivfoto). - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Heindrikur greivi, sum er sonur Joakim prins og Mariu, skal konfirmerast á Kristi Himmalsferðardegi 18. mai í París.

Tað sæst í tíðindaskrivi frá kongshúsinum.

Konfirmatiónin verður í Frederikskirken – donsku kirkjuni í París.

Sambært Lars Hovbakke Sørensen, sum er lektari á professiónsháskúlanum Absalon og viðmerkjari í kongshúsmálum, sigur, at hetta bendir á, at familjan hjá Joakim prinsi hevur stórt tilknýti uttanlands.

– Tað sendir boð um, at tann parturin av kongsfamiljuni alsamt meira er á veg burtur frá Danmark. At tey ikki á sama hátt sum áður røkja uppgávur sínar fyri danska kongshúsið í Danmark, sigur hann.

Margreta drotning kann ikki luttaka, tí hon júst er skorin í rygginum og vegna ta endurvenjing, sum hon er í ferð við, upplýsir kongshúsið fyri Ritzau.

Men krúnprinsafamiljan verður við.

– Konfirmatiónin verður klokkan 11 við kongaliga konfessionarisu biskuppi Henrik Wigh-Poulsen saman við Malen Bendsen, sum er prestur í Frederikskirkjuni.

– Síðani verður konfirmatiónin hátíðarhildin privat saman við familju og vinum, skrivar kongshúsið.

Í 2019 flutti Heindrikur til Fraklands saman við foreldrunum, eftir at Joakim prinsur fór undir eina hernaðarútbúgving í Frankaríki.

Síðani fekk Joakim starv sum verjuattaché á donsku sendistovuni í París.

Familjan flytur skjótt til Washington, har Joakim prinsur hevur fingið starv sum verjuídnaðarattaché.

Frederikskirkjan – Danska Kirkjan í París virkar eisini sum savningarstað fyri danir í París og økinum har á leið.

Við konfirmatiónin hjá Heindriki greiva í París verður farið frá siðvenjuni, sum hevur verið í mong ár. Tey bæði elstu børnini hjá krúnprinsaparinum, Christian prinsur og Isabella prinsessa, eru bæði konfirmerað í Fredensborg Sloktskirke.

Somuleiðis Nikolai greivi og Felix greivi, sum eru eldru børnini hjá Joakim.

Heindrikur greivi fyllir 14 ár 4. mari. Hann er føddur á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn og doyptur í Møgeltønder Kirke. Hann er elsta barn hjá Mariu prinsessi og Joakim prinsi.

Parið hevur eisini dótrina, Athenu komtessu, sum er 11 ár.

Fyrr í mánaðinum mátti drotningin eisini geva avboð til krýningina av Charles kongi í Bretlandi 6. mai.

/ritzau/

 

 

 

Margreta drotning kann ikki vera við, tá Heindriku greivi skal konfirmerast í París. Tað er tí, at hon júst er skorin í rygginum. (Arkivfoto). - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix