Eldraráðið í Klaksvík hevur skipað seg við Mariu Olsen sum forkvinnu. Kala Lómaklett er næstforkvinna.
Á fundinum, sum var í býráðshúsinum, heilsaði eldraráðið eisini upp á Gunvá við Keldu, borgarstjóra, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, forkvinnu í Sosialu Nevnd býráðsins.
Borgarstjórin bjóðaði vælkomin og greiddi frá gongdini í málinum um at seta eitt Eldraráð, og greiddi sosialnevndarforkvinnan síðani frá endamálinum hjá eldraráð.
Bæði Gunvá og Elsebeth løgdu dent á ta góða samstarv, sum í mong ár hevur verið við Eldrabólkin í Norðoyggjum, og sum tær báðar vóru sera takksamar fyri, har Eldrabólkurin hevur verið ein virkin partur av teimum loysnum, sum eru komnar í Norðoyggjum á eldraøkinum. Her kann nevnast, at tvær av kvinnunum, sum nú eru valdar í elraráðið, Kala Lómaklett og Gerda Absalonsen, eisini sita í Eldrabólkinum.
Hinar í nevndini eru Gerda Absalonsen, skrivari, Marita Matras, kassameistari og Hasla Olsen, nevndarlimur.