Marita og liðfelagarnir vunnu annan dystin á rað

HØJ vann trivaligan sigur á útivølli

Mynd: HØJ håndbold

Aftaná eina tunga byrjan er ferð komin á hjá Maritu Mortensen og liðfeløgum hennara í HØJ í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í kvøld vunnu Marita og liðfelagarnir annan dystin á rað, tá HØJ á útivølli vann ein trivaligan 35-27 sigur á Bjerringbro. Í steðginum var tað tó Bjerringbro, ið var á odda 14-13. Í seinna hálvleiki lá væl fyri við málskjótingini hjá HØJ, og vunnu tær seinna hálvleik 22-13.

 

Marita skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og hon legði eisini upp til tvey mál (assist). 

 

HØJ er nummar níggju í deildini við fýra stigum fyri fimm dystir. 

 

Komandi hósdag klokkan 17.30 hevur HØJ stóra uppgávu á heimavølli. Tá kemur meistaraliðið, Odense á vitjan. 

 

Mynd: HØJ håndbold