Løgtingið hevur við 2. viðgerð av broyting í løgtingslógini um ferðslu, samtykt at lækka markið fyri alkoholi í blóðnum til 0,2 promille. Upprunauppskotið var 0,5 promillu Við 14 atkvøðum fyri, 9 ímóti og einari blankari samtykti Løgtingið fyri løtu síðan broytingaruppskot frá rættarnevndini til uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
Hetta broytingaruppskot hevur við sær, at nýggja ferðslulógin verður herd munandi. Framyvir verður markið fyri alkohol í blóðnum, tá ferðast verður í ferðsluni til 0,2 promille, heldur enn 0,5 promille, sum upprunaliga varð skotið upp.
Hetta merkir so, at verður tú tikin fyri at koyra við eini promillu millum 0,2 og 0,5, verður koyrikortið frádømt treytað, umframt eina bót á promilluna faldað við netto mánaðarlønina, tó í minsta lagi 5.000 krónur. Er promillan hægri enn 0,5 promille, veður koyrikortið frádømt treytaleyst í minsta lagi eitt ár, umframt bót.
Tað var ein samd rættarnevnd, ið mælti til hesar broytingar, og tá broytingarnar vóru samtyktar, samtykti Løgtingið samlaða uppskotið við 22 atkvøðum fyri, tveimum ímóti og einari blankari atkvøðu.
Uppskotið fer sostatt til triðju viðgerð, og lítil ivi er um at tað verður samtykt.