Hetta skrivar Kirkjuliga Heimamissiónin á sínum vanga á facebook.
Martha er væl kend í missiónsarbeiðinum. Hon er uppvaksin á Strondum, er komin í missiónshúsið frá barnsbeini, og missiónsarbeiðið hevur fylgt henni alt lívið.
Í dag starvast hon sum lærari í samfelagsfrøði á Miðnámi á Kambsdali, og í Klaksvík hevur hon í fleiri ár verið ein virkin partur av arbeiðinum í KFUM&K.
Hon er forkvinna í KFUK í Klaksvík og er somuleiðis tónleikaliga virkin — millum annað sum sangari í kvinnukórinum Suð. Hon sat eisini í kirkjuráðnum í Christianskirkjuni síðsta skeið.
Vit ynskja Marthu Guds signing í nýggju uppgávuni í høvuðsstýrinum, skrivar Kirkjuliga Heimamissiónin.











