Fleiri sjáldsamir summargestir hava vitjað í Føroyum hetta summarið, og ein av teimum, sum er her í hesum døgum er Masahiro Yokoyama úr Japan. Hann er komin allan tann langa vegin til Føroya fyri at síggja føroyskan dans og hoyra føroyskan tónleik. Serliga ber hann tokka til bólkin Enekk.
? Eg eri 33 ára gamal og eg búgvi í Odawara, sum er ein býur eini 80 kilometrar uttanfyri Tokyo. Fyri tveimum árum síðani keypti eg mínar fyrstu føroysku fløgur í einum plátuhandli, sum eitur Nordic Sound Hiroshima, sum liggur í býnum Hiroshima í Japan, greiðir Masahiro frá.
Nordic Sound Hiroshima selur bert norðurlendskan og baltiskan tónleik, og er plátuhandilin einasta umboðið fyri Tutl í Japan.
Kórsangur
Sunnudagin setti Masahiro fótin fyrstu ferð á føroyska jørð. Hann valdi at koma til Føroya fyri at síggja og hoyra føroyingar dansa og syngja.
? Fyri 10 árum síðani byrjaði eg at fáa áhuga í norðurlendsku gudalæruni. Eg las eitt sindur av norrønum, og byrjaði eisini at læra meg íslendskt. Men hetta var alt ov ringt fyri meg, so eg gavst. Men nú eg eri farin at lurta eftir føroyskum tónleiki, er áhugin eisini vaksin fyri mentan og málið, fortelur Masahiro.
Í Japan fann hann onga føroyska mállærubók á japanskum, og keypti tí ístaðin "An Introduction to Modern Faroese", sum ein professari í Onglandi hevur skrivað.
? Eg eigi onga orðabók, men tað ætli eg mær at keypa meðan eg eri her, sigur japanin.
Masahiro sigur, at hann er ógvuliga fegin um at vera komin til Føroya.
? Eg skal hoyra Føroya fólkið syngja og síggja tey dansa. Fløgurnar eru sjálvandi framúr góðar, men tað er ikki tað sama, sum at síggja og hoyra tað við mínum egnu eygum og oyrum.
Kórsangur er tað, sum Masahiro dámar best av føroyskum tónleiki.
? Tórshavnar Kamarkór og Havnarkórið lurti eg eftir, sigur Masahiro, og syngur síðani nakra linjur burturúr einum føroyskum sangi ? á flótandi føroyskum.
Annars dámar Masahiro eisini væl Enekk. Tríggjar fløgur av Enekk standa á hyllini heima í Odawara. Sjálvur sigur hann, at hann lurtar eftir øllum føroyskum tónleiki. Alt frá "Alfagurt ljóðar mín tunga" til nútímans tónleikin á fløguni "Grótføroyskt".
? Tað kemur eisini fyri, at eg lurti eftir poppi. Tá verður Rúna á Heygum løgd í fløguspælaran.
Lesur Sosialin
Tað er ikki av tilvild, at Masahiro er komin júst í hesum døgunum Listastevnan er. Áðrenn hann kom, hevur hann havt samband við Oddvá Nattestad í Norðurlandahúsinum og Kristian Blak frá Tutl. Tey hava hjálpt honum við at leggja ferðina til rættis.
? Eg skal til føroyskan dans uppi í Norðurlandahúsinum, og so ætli eg mær eisini at hoyra Enekk. Harafturat ætli eg mær til Kingo í Kaldbak.
Hesa vikuna verður Masahiro í Havn. Hann sigur, at ætlanin er at vitja forminnissøvn og um veðrið er til vildar fer hann eisini at ganga nógv. Næstu viku ætlar hann sær víðari til onkra aðra av oyggjunum, men hvagar leiðin tá gongur, veit hann ikki enn.
? Enn dugi eg ikki nakað serligt av føroyskum. Av tí, at eg onga orðabók eigi, so skilji eg ikki so nógv av tykkara máli. Men eg lesi Internet-Sosialin hvønn dag heima í Japan. Sosialurin er mín høvuðskelda til tað, sum eg veit um tað, sum hendir í Føroyum í dag, sigur Masahiro.
? Føroyingar eru annars eitt blítt fólkaslag. Ógvuliga gestavinarlig.
Masahiro skuldi annars við Norðlýsinum til eina Concerto Grotto seinnapartin í gjár. Hann steðgar í Føroyum til 18. august. Tá gongur leiðin aftur til Japans.