Komandi Leygardag 15.juni, spælir organisturin, Símun Hammer, Matiné kl. 11.30 í Dómkirkjuni.
Símun Hammer er til dagligt organistur í Gøtu Kirkju, har hann rekur eitt breitt tónlistarligt virksemi. Sína orgulfakligu bakgrund hevur hann frá kirkjumusikkskúlunum og frá konservatoriinum í Aarhus.
Verkini, ið verða framførd er fjølbroytt og varierar millum klassiskan virtuosan barokk, franskan romantikk og føroysk orgulverk:
• J.S. Bach: BWV676: Allein Gott in der höh
• K. Blak: Jeg vil din pris udsjunge
• K. Bæk: Kom friður av himni
• Alexandre Guilmant (1837-1911): Sats II, Pastorale úr symfoni no. 1 (Sonata no.1)
• Diedrich Buxtehude: BuxWV 149, Preludium og fugur í g-moll
Konsertin er partur av Summartónum 2024, og varar millum 30 og 40 min., skrivar Dómakirkjan á sínum vanga á facebook.