Fyrrverandi venjarin hjá TB/FCS/Royn og Víkingi hevur fingið nýtt starv.
Motherwell boðar frá á sín heimasíðu, at Maurice Ross er settur í starv, har hann serliga fær sum uppgávu at menna yngru leikararnir millum 18 og 21 ár í felagnum. Motherwell liggur í løtuni á 9. plássi av teimum 12 liðunum í bestu skotsku deildini, veit bolt.fo at siga.
Á heimasíðuni hjá Motherwell sigur Ross, at hann gleðir seg, og at málið er at menna leikarar til besta liðið hjá felagnum. Og hetta tykist felagið eisini hava áhuga í, sambært heimasíðuni.
Meira sæst at lesa á heimasíðuni hjá Motherwell.
Trýst her; https://www.motherwellfc.co.uk/2019/01/24/maurice-ross-joins-well-coaching-staff/