Kylian Mbappé skoraði tvær ferðir móti Onglandi og eigur nú metið sum mest skorandi spælarin í HM-søguni. Mynd: Buda Mendes/Ritzau Scanpix.

Mbappé eigur nú metið fyri flest HM-mál

Kylian Mbappé fekk ikki HM-bronsuna við Fraklandi, men hann skrivaði seg kortini í fótbóltssøguna.

Kylian Mbappé skoraði tvær ferðir móti Onglandi og eigur nú metið sum mest skorandi spælarin í HM-søguni. Mynd: Buda Mendes/Ritzau Scanpix.

Við tveimum málum í bronsudystinum móti Onglandi hevur franski áleyparin nú skotið 22 mál í HM-endaspølum og eigur sostatt metið sum mest skorandi spælarin í HM-søguni.

 

Harvið fór hann fram um Lionel Messi, sum undir HM í USA, Kanada og Meksiko er komin upp á 21 HM-mál.

 

Bæði Mbappé og Messi eru í hesum HM farnir fram um týskaran Miroslav Klose, sum áður átti metið við 16 málum.

 

Við teimum báðum málunum móti Onglandi er Mbappé eisini komin upp á 10 mál í hesum HM-endaspælinum.

 

Hann er sostatt fyrsti spælarin síðani týska Gerd Müller í 1970, sum hevur skotið tíggju mál ella fleiri í einum og sama HM-endaspæli.

 

Messi hevur higartil skotið átta mál í HM 2026 og hevur møguleika at økja um talið, tá Argentina í dag spælir HM-finalu móti Spania.

 

Hóast metið gleddi tað lítið hjá Mbappé eftir dystin, sum Frakland tapti 4-6.

 

– Tað er sjálvandi serligt at skora so nógv mál til eitt HM, men eg hevði nógv heldur viljað verið í finaluni í morgin enn at eiga hetta metið, segði hann við Reuters.

 

– Tá eg einaferð gevist at spæla, verður tað sjálvandi gott at kunna siga, at eg var ein av teimum. Men í dag er tað ikki tað fyrsta, eg hugsi um, segði Mbappé.

 

Kylian Mbappé skoraði tvær ferðir móti Onglandi og eigur nú metið sum mest skorandi spælarin í HM-søguni. Mynd: Buda Mendes/Ritzau Scanpix.