Leikaraummæli
Johan Danielsen
Slapp nærum ikki at royna seg í hesum báðum dystunum. Fríggjadagin kom hann bert inn tvær ferðir, tá brotskast var á skránni, og lítlu løtuna, sum hann var á vøllinum leygardagin fekk hann einki gjørt. Avrikið verður tí ikki dømt hesaferð.
Jens Skipagøta
Byrjaði heldur óvæntað í føroyska málinum fríggjadagin, og hetta gjørdi hann somikið væl, at hann varð standandi í málinum at kalla restina av vikuskiftinum. Hevði beinanvegin fleiri framúr góðar bjargingar í fyrra dystinum, har hann helt okkara monnum inni í dystinum. Í seinna dystinum var avrikið eisini framúr, men fekk hann tá ov lítlan stuðul frá verjuni, og fekk hóast alt einki gjørt fyri at venda gongdini. Ein lítil veikleiki er tó, at hann í ov stóran mun selur seg sjálvan, tá skotið verður útifrá.
Hans Áki Dal Christiansen
Eftir avrikini móti rumenum var væntandi, at Hans Áki fór at teljast í byrjunaruppstillingini, og so varð eisini. Takkaði fyri álitið frá venjaranum við at spæla heilt framúr í fyrra dystinum. Í verjupartinum taldist hann millum stinnastu føroysku leikararnar, og í álopspartinum royndi hann alla tíðina at seta ferð á føroyska spælið. Avrikið var heldur lakari í seinna dystinum, men hóast hetta staðfesti hann støðuna sum fremsti vongspælari í landinum.
Áki Olsen
Hóast venjingarstøðan ikki er optimal eftir drúgv skaðasteðgin, so tóktist Áki rættiliga at vera í hopla fyrra dystin. Standandi skot, hoppiskot og undirhondsskot fuku úr hondum hansara, so tað var ein fragd at síggja. Tó var tað neyvan nøkur fragd at síggja hjá málverjunum hjá mótstøðuni. Hesir sluppu tó heldur lættari í seinna dystinum. Møðin hevði sett sítt týðiliga merki undan hesum dystinum, og var Áki tí rættiliga anonymur leygardagin. Hevði tá ikki orkuna til at slíta seg leysan, og tá sveisararnir samstundis høvdu lært at ansa honum, fekk Áki ikki avrikað tað stóra hendan dagin. Staðfesti tó sína støðu sum vandamesti álopsleikarin í landinum, og við fyrivarni fyri skaðum kann hann roknast sum tryggur á liðnum til komandi dystirnar.
Ingi Olsen
Var kanska ikki eins sjónligur, sum hann var móti rumenum, men tað er tó greitt, at týdningurin hansara fyri liðið er stórur. Treivst tó ikki serliga væl móti offensivur sveisisku verjuni, men serliga í fyrra dystinum sóu vit hann royna at setta beinleiðis mótleikaran av.
Var eitt sindur ivasamur undan dystunum, men tíbetur sást ikki nógv til skaðan, sum sáddi hendan ivan.
Hóast hann sostatt ikki var so nógv við í spælinum, sum fleiri helst vildu ynskt, so sýndi Ingi millum annað týdning sínb fyri liðið, tá hann ísakaldur skoraði upp á tey fýra brotskøstini, sum hann slapp at skjóta. Júst hetta sýnir kanska týdningin av at hava Inga á liðnum. Tað tykist sum um hann hvørja ferð veksur við uppgávuni, og enn hava vit so einki sæð til fjáltur av nøkrum slag frá hansara síðu.
Sámal Joensen
Toppskjúttin frá undanfarna vikuskifti megnaði als ikki at seta seg ígjøgnum á sama hátt móti sveisarum. Var sum vanligt ein týðandi lutur av føroyska verjuspælinum, men í álopspartinum sóu vit als ikki so nógv til dygdir hansara, sum vit við tíðini eru von við. Hetta hekk tó helst eisini saman við, at sveisarar vóru serstakliga væl fyri kropsliga, og tí hvarv eisini tann fyrimunur, sum Sámal ofta hevur á hesum øki. Onkuntíð saknar ein eisini eitt sindur av ørskapi frá hansara síðu, tí megnar hann eisini at gera tað óvæntaða, gerst hóttanin frá stóra vestmenninginum so nógv størri.
Janus Einar Sørensen
Hevur áður prógvað, at hann helst er fremsti strikuspælarin í landinum, og hetta varð eisini dyggiliga staðfest fríggjadagin. Hinvegin er tað kanska ein trupulleiki, at hann ongn upplagdan avloysara hevur á liðnum, tí ofta verður hann nýttur í meira lagi, og koyrir tí ov skjótt troyttur í dystinum. Serliga í verjupartinum var hann ein sannur brandur brandur fríggjadagin, men heldur ikki í álopspartinum lá hansara partur eftir. Nógvu nærdystirnir tóktust tó at hava kostað í dystinum leygardagin, har hann als ikki tóktist eins avgjørdur.
Bjarni Wardum
Hóast hann undan fyrsta dystinum bert kom við upp á avboð, so hevur Bjarni síðani víst, at hann er eigur at roknast millum tryggu menninar á liðnum. Í verjupartinum er helst rúmd fyri betran av avrikinum, men í álopspartinum telist hann altíð millum vandamestu leikararnar. Somuleiðis er hann her eitt neyðugt alternativ fyri Inga í miðplássinum. Skotstyrki og frekleikin teljast millum týdningarmestu vápnini, og bæði sóu vit dømi um inni á Skála, har hann mundi teljast millum frægastu útileikararnar.
Martin Hummeland
Var lítið við í dystinum fríggjadagin, men eftir at Johnny varð settur á beinkin undan leygardagsdystinum, varð Martin fremsta valið í høgra borði. At hann ikki er lámur gjørdi tó sítt til, at hann hevði trupulleikar í álopspartinum, og tað er eisini sigandi, at bæåi málini hendan dagin komu, eftir at hann hevði drigið inn á vøllin. Megnaði ikki at »seta« seg á plássi, men er hinvegin framhaldandi ein náttúrligur partur av liðnum.
Heini Joensen
Var komin heim dagin fyri fyrra dysitn, men hóast hann var við báðar dystirnar, so var spælið neyvan tað, sum sterki bakkurin hevði droymt um. Eins og hjá liðfeløgunum var fyrri dysturin betri fyri hansara viðkomandi, hóast hann fyri tað mesta royndi seg á veinginum. Spurningurin er tó, um hetta ikki er rætta pláss hansara á landsliðnum, hóast hann helst er ein hin sterkasti høgri bakkur í landinum. Tað var nevnliga ikki fyrr enn at hann varð settur á veingin, at sveisiska verjan opnaðist nakað. Hetta tí teir tá í størri mun vórðu noyddir at verja fyri í síðuni.
Johnny Joensen
Varð fríggjadagin settur sum fyrsta val á høgra veingi, men eins og flestir aðrir á plássinum hevði hann trupulleikar av, at hann ikki er lámur. Kom tí ongantíð til sín rætt, hóast avrikið í verjupartinum hesa ferð var betri, enn tað var móti rumenum.
Hóast hann, sum nevnt, hevði trupulleikur av at vera í »skeivari« síðu, so er kortini ilt at síggja, hvør leikari skal taka plássið frá honum, og verður hann tí uttan iva aftur at síggja á liðnum, tá vit komandi viku skulu takast við litavar.
Halgir Dahl Olesen
Einsamalli hoyvíkingurin á liðnum var bert við í fyrra dystinum móti sveisarum. Var tó heldur ikki so nógv á vøllinum, at hann slapp at spæla seg rættiliga heitan, og ber tí kanska illa til at døma um avrik hansara. Einamest gjørdi hann vart við seg, tá hann framdi álopsfeil í einari ? kanska ? avgerandi støðu, men yvirhøvur sást ov lítið til hann, til at geva nakað veruligt skoðsmál.
Marius Joensen
Tað hóvaði so avgjørt áskoðarunum á Skála væl, at Marius varð tikin út til seinna dystin, og hann mundi vera tann, sum fekk flestu klappini, tá leikararnir vórðu presenteraðir undan dystinum. Megnaði tó ongantíð at seta nakað veruligt merki á dystin, og hóast ómóður, so megnaði hann ikki einstamallur at draga liðfelagarnar upp í ferð.
John Zachariassen
Í ásannini av, at vinstrahandaðir leikarar eru ein mangulvøra ? serliga á vongplássinum, var John tikin við í hópin til seinna dystin. Eins og móti rumenum, so megnaði tætti vestmenningurin tó ikki at gera veruliga um seg. Málini vildu ikki koma, og kanska minkaði hetta eisini um hugin til at royna eitt sindur eyka. Manglar enn at sláa ígjøgnum á landsliðnum, men avrikini í felagshøpi hava víst, at hann so avgjørt telist millum bestu vongspælararnar. Verða nervarnir tveittir burtur, eigur hetta eisini at síggjast á landsliðnum.
Mynd av Jens
Samanlagt mundi Jens vera tann leikarin, sum stóð seg best um vikuskiftið. Felags fyri liðfelagarnar var, at avrikið leygardagin als ikki var á hædd við tað, sum leikararnir sýndu fríggjadagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Megnaðu ikki at halda støðið
Felags fyri flestu leikararnar á føroyska liðnum var, at avrikið í seinna dystinum var væl undir tað, sum teir kunnu vísa ? og vístu í seinna dystinum
Leikaraummæli
Jákup Mørk