Tænastumannafelagið hevur havt aðalfund og formaður felagsins, Meinhard Gaardlykke, er afturvaldur sum formaður í eitt nýtt 2-áraskeið.
Næstformaðurin, Bárður Enni, stóð fyri vali, og hann varð eisini afturvaldur.
Andrea Nielsen, kassameistari, varð vald í fjør og stóð tí ikki fyri vali hesaferð. Hinvegin stóð Hallur Fróðin Bech fyri vali, og hann varð afturvaldur.
Eftir aðalfundin fundin skipaði nevndin seg soleiðis:
Meinhard Gaardlykke, formaður, Bárður Enni, næstformaður, Andrea Nielsen, kassameistara og Hallur Fróðin Bech, skrivari.
Eykalimir eru Elisabeth Jacobsen og Petur Sigurd Justesen, og roknskapargrannskoðari er Eyðun Joensen.











