EINSKILJING
Stjórin í Føroya Fiskavirking hevur einki ímóti, at Fiskavirking verður selt.
?Vit hava altíð gingið inn fyri, at vit skulu seljast, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri fyri Føroya Fiskavirking.
Føroya Fiskavirking verður væntandi einaferð í heyst lýst til sølu, og nú eru fyrireikingarnar farnar í gongd.
Vit fáa ikki stjóran á Fiskavirking at siga nakað um, hvønn leist hann heldur vera rættast at selja Fiskavirking eftir, t.e. Virðisbrævamarknað ella annað. Hann sigur, at tað týdningarmikið, at felagið nú fær frið at virka.
Hann ivast tó ikki í, at tað er rættast at selja Fiskavirking undir einum.
?Konseptið hevur víst seg at rigga væl, og tað er ógvuliga týdningarmikið, at Fiskavirking verður selt undir einum, sigur Meinhard Jacobsen.
?Men hvat framtíðar eigarar fara at gera við Fiskavirking, tað kunnu vit ikki ávirka, sigur Meinhard Jacobsen.
Hann sigur, at gongdin higartil í ár hevur verið brúkilig hjá Føroya Fiskavirking.