Meinigheitshúsið varð bygt í 1896

Meinigheitshúsið í Havn varð bygt í 1896, og hevði Heimamissiónin í Havn sítt virksemi har til 1940, tá bretska hervaldið yvirtók húsini øll krígsárini.

Eftir kríggið var húsið aftur Meinigheitshús, til flutt varð í nýggjan bygning í Húsagøtu við SMS í 1985. Eftir tað bleiv húsið á Vaglinum bygt um til býráðssal.

Myndin er tikin í 1898. Vit síggja einki annað hús oman fyri bøgarðin. Leggið til merkis hvussu lítið húsið er broytt hesi árini, fimm vindeygu og trappurnar eru í sama stað. Húsini eru ivaleyst klødd av nýggjum, men stórviðurin er tann sami.

Á myndini síggjast trý ungfólk fara spákandi niðan eftri "Kærlighedsstigen", sum N. Finsensgøta varð rópt tá í tíðini.

Stutt eftir at hendan myndir er tikin, varð byrjað at byggja oman fyri bøgarðin, nevnast kann t.d. at nólsingurin "Skraddar Nolsøe" bygdi húsini á horninum Sverrisgøta/N. Finsensgøta í 1901, og Føroya Sparikassi varð tikin í brúk í 1905.

Nevnast kann at Heimamissiónin í Havn vóru teir fyrstu sum byrjaðu við sunnudagsskúla fyri børn í Føroyum í 1894, tvey ár áðrenn Meinigheitshúsið varð bygt. Kanska onkur av lesarum okkara veit hvar sunnudagsskúlin byrjaði.

Um onkur hevur okkurt at viðmerkja í samband við myndirnar, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon: 314647 / 273168