Góða Heidi
Sálarligt arbeiðsumhvørvi er eitt trend orð í løtuni. Nøkur ting á økinum venda eitt sindur øvut í mínum hugaheimi.
Eg fari at loyva mær at seta tær, sum forkvinna í Mentamálanevndini í Tórshavnar Kommunu og sum umboð fyri Tjóðveldi, nakrar spurningar um dagstovnaøkið. Dagstovnaøkið fylti nógv til seinasta kommunuval.
1. Hvussu nógv fakfeløg eru á dagstovnaøkinum?
2. Hava øll tíni starvsfólk á dagstovnaøkinum fakfelagsfrælsi?
2.1. Um ja. Hvussu tryggjar tú tær, at hetta vakra hugtakið verður hildið?
3. Eru øll tíni starvsfólk innanfyri galdandi sáttmálar á økinum?
4. Um eitt av tínum starvsfólkum ynskir at skifta fakfelag. Passar tað, at tey skulu vátta hetta skrivligt framman fyri einum leiðandi námsfrøðingi, sum so skal senda tað víðari á rætta stað, áðrenn teirra ynski verða skrásett?
4.1. Um ja. Javnvigar hendan eygleiðingin hjá tí leiðandi námsfrøðinginum við tína tulking av tí vakra hugtakinum fakfelagsfrælsi?
5. Hvussu nógv ársverk innan fyri dagstovnaøkið hjá tær eru mannaði av hjálparfólkum?
Og við tínari vitan og venjaraútbúgving innanfyri fótbólt:
6. Er tað tín fatan, at hjálparfólk verða spælt góð á dagstovnaøkinum?
6.1. Um ja. Hvussu verða tey spælt góð?
7. Hvat er fakligheit ella yrkisføri í tínum eygum?
Kanska ert tú í samband við mental venjing komin fram á Growth Mindset vs Fixed Mindset?
8. Ert tú samd við galdandi lønartalvu fyri tínum dagstovnaøki og tínum hjálparfólkum, at onki hjálparfólk, nakrantíð, við nøkrum øðrum útbúgvingum enn námsfrøði, undir nøkrum umstøðum kann avrika á sama støði sum ein miðal námsfrøðingur kann avrika á einum miðal degi?
Vinarliga
Hans á Lag
Pápi at børnum á dagstovni og formaður í Hjálparfólkafelagnum.