Meira borgarligur politikkur

Høvuðsmálið hjá nýggja býráðsformanninum í Tórshavn verður at føra meira borgarligan politikk í komandi valskeiði

 

Kommunalpolitikkur


Býráðsformaðurin i Tórshavn komandi fýra árini eitur Jan Christiansen. Hann er fólkafloksmaður, og tað skal síggjast aftur í førda politikkinum, ætlar hann.

Jan Christiansen er 42 ára gamal og innføddur havnarmaður. Foreldrini eru Anna og Petur Christiansen við Grønlandsvegin í Havn. Petur C, sum pápin vanliga verður nevndur, hevur eisini verið býráðsformaður í Havn. Sum skilst, er tað fyrstu ferð, at feðgar hava sitið í býráðsformanssessinum í Havn, tá Jan nú tekur við á nýggjárinum. Nýggi býráðsformaðurin sigur, at tað kennist væl at lyfta arvin eftir faðirin og gerast býráðsformaður í høvuðsstaðnum.

Jan Christiansen er lærdur skúlalærari og hevur starvast sum lærari á Skúlanum á Trøðni. Hann er giftur við Elsu Mariu Bærentsen og tey eiga tvær døtur. Minna og Katrina eita tær.

Av fítíðaráhugamálum eru ikki tey nógvu, sigur Jan Christiansen. Tað er ikki tann nógva tíðin til avlops. Og tað, hann mest hevur tikist við í frítíðini, er at vera krambakallur í familjuhandlinum. Handlinum hjá Katrinu Christiansen.

Jan Christiansen hevur verið fleiri ár uppi í politikki. Hann varð fyrstu ferð valdur í Tórshavnar Býráð á valinum í 1984. Hann hevur verið formaður í Mentanarnevndini og í Byggi- og Býarskipanarnevndini, umframt at hann hevur verið varabýráðsformaður.

Í aðrar mátar er politikkur ikki ókendur í familjuni hjá Jan Christiansen, komandi býráðsformanni. Abbi hansara í móðurættina var sjálvur Johan Poulsen á Strondum, sum er tann politikarin, sum hevur verið longst uppi í føroyskum landspolitikki. Hann sat á Løgtingi í hálva øld - 50 ár. Samanhangandi.

So nýggi býráðsformaðurin í Tórshavn metir seg hava nógv at liva upp til.