Familjufyritøkan P/F Wenzel í Akranesgøtu varð í fjør seld til Gunnar Justinussen í Havn. Fyritøkan hevur røtur heilt aftur til 1917, tá Wenzel Petersen stovnaði ein maskinhandil í Havn. Wenzel seldi fyrsta bilin í Føroyum, ein Ford TT, sum kom í land á Kongabrúnni í 1922.
P/F Wenzel hava nýliga keypt eitt 1.000 fermetrar stórt grundstykki vestanfyri, móti Velbastaðvegnum, sum er planerað, og teir brúktu bilarnir verða sýndir fram har.
Eisini er alt økið rundan um bilasøluna vorðið betri útnyttað við tað at t.d. garðar eru gjødir heilt út til markið á grundøkinum, so pláss er fyri enn meira bilum. Inni á bilasøluni er nýtt gólv lagt á 700 fermetra stóru framsýningarhøllina, eins og nýggj ljós eisini eru sett upp. Eisini er fríðkað og asfalterað kring alt økið.
Størri marknaðarpart
Stjórar hjá P/F Wenzel eru Jógvan Højgaard og Oddmar Ørvarodd, sum báðir hava arbeitt í mong ár í fyritøkuni. Jógvan og Oddmar siga, at teir síggja nógvar møguleikar við Ford, og endamálið við dagføringini av fyritøkuni er at geva kundanum eina betri tænastu og við hesum fáa ein størri marknaðarpart av bilasøluni í Føroyum.
Teir hava eitt stórt og spennandi programm av bæði persón- og vørubilum. Ford Galaxy og S-Max selja væl saman við nýggja Mondeo og ein heilt nýggjur SUV, Ford Kuga, kemur tíðliga í 2008.
Hjá P/F Wenzel eru tríggjar deildir: bilverkstaðurin, eykalutagoymslan og bilasølan.
mg