Heili 55 prosent av skrellinum, sum verður koyrt niðan á brennistøðina á Hjalla, er matleivdir. Tað vísir ein kanning, Tórshavnar Býráð hevur gjørt.
Kanningin varð gjørd í novembur í fjør og Bjørg Dam, Bjørg Dam Forkvinna í Náttúru og umhvørvisnevndini í Tórshavnar Býráð, sigur, at skrellið frá føroyskum húsarhaldum er øðrvísi enn skrellið frá húsarhaldum í øðrum í Tromsø í Noregi og í Danmark.
Samanborið við Danmark og Tromsø, er minni glas og metal í burturkastinum í Havn, samstundis sum nøgdin av papp og pappír eisini er nakað lægri enn í Tromsø.
Men tá ið vit hava skilt papp frá tí vanliga skrellinum í skjótt 20 ár, er tað kortini ikki nøktandi, at vit koyra so nógv papp til brenningar, sum vit gera, sigur hon.
Í Danmark og í Tromsø eru matleivdir 40-50 prosent av skrellinum, men í Havn er tað heili 55 prosent.
Bjørg Dam sigur, at skulu vit minka nøgdirnar, sum fara til brenningar, eru tað sostatt fyrst og fremst matleivdunum, tey skulu hugsa um.
– Í fyrsta lagi, skula vit fyribyrgja at so nógvur matur fer í skrell. Ein máti er at syrgja fyri, at tað, sum kann fara beinleiðis í havan, ikki fer í ruskposan, bæði kaffigrugg og annað.
– Í øðrum lagi, mugu vit gera meiri við at gera sankutøð, við at biogassa ruski, ella við pyrolysu fyri at fáa orku og ráevni úr matleivdunum.
Nógv hava áhugað fyri at gera sankutøð og tað átti at verið sjálvsagt, sigur Bjørg Dam. Men tíverri renna vit okkum í lógarverkið, serliga í sambandi við at fyribyrgja, at seyðasjúkan, ridluskriðja, skal breiða seg. Tí ber ikki til at fara undir beinleiðis at savna inn og endurvinna matleivdir.
Hendan talvan vísir, hvussu hvat er í skrellinum, sum verður koyrt á brennistøðina.
– Men vit eiga at fáa lýst økið betri, og serliga hetta við ridluskriðja. Spurningurin er, um tað ber til at ala seg burtur úr ridluskriðja, ella minka vandan soleiðs at til ber at endurvinna ein størri part av matleivdum, sigur hon.
Tórshavnar kommuna er eisini við í eini royndarverkætlan saman við biogassverkinum Førka, Landsjúkarahúsinum, tveimum hotellum og heilsølum um maturleivdir um at savna matleivdir biogassverkið
– Tað er átroðkandi at finna góðar og skjótar loysnir, soleiðist at vit í Føroyum gera okkara til varðveitan av ráevnum og margfeldi og minka um okkara co2 útlát, sigur forkvinnan í Náttúru og umhvørvisnevndini.