Melduródn rakt Vietnam

Higartil í ár hava fimm melduródnir rakt Vietnam

Í dag hevur melduródnin - Kajiki - rakt Vietnam.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at hetta er harðasta ódnin, sum hevur rakt landið higartil í ár.

 

Sagt verður, at melduródnin hevur eina styrki á 130 kilometrar um tíman, sum gevur stívliga 36 metrar um sekundið.

 

Aldurnar hava eisini verið høgar - heilt uppí 10 metrar, veit tíðindastovan at siga.

 

Higartil í ár hava fimm melduródnir rakt Vietnam.

 

- Fleiri enn 300.000 íbúgvar eru burturfluttir, og skúlar og flogvallir eru stongdir.

 

Sambært landsins myndugleikum eru ætlanir um at flyta tilsamans 600.000 fólk burtur úr vandaleið.