Mentaliteturin er húðin - ideologiin er klæðini

Í gjár byrjaði stór vísindalig bókmentaráðstevna á Læraraskúlanum. Malan Marnersdóttir er formaður í felagskapinum International Association For Scandinavian Studies. Bókmentafólk og granskarar hittast annað hvørt ár og staðið fylgir formanninum. Stevnan fevnir víða, og ongum nýtist at gerast bangin av, at hon nevnist ein vísindalig stevna. Har er alt frá Matras og Heinesen til fyribrigdið "at senda drunn".

? Luttakararnir eru bókmentafrøðingar úr fyrst og fremst norðurlondum, men eisini úr USA, Canada, Týsklandi, Sveis, Polen, Ruslandi og Australia. Millum140 og 180 fólk hittast annað hvørt ár til ráðstevnu, har vit undir onkrari yvirskrift skifta orð um bókmentir og hava fyrilestrar, sigur Malan Marnersdóttir frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, ið eisini er formaður í felagskapinum, ið skipar fyri stevnuni.

? Bókmentafrøðinagr eru fólk, ið artbeiða á universitetum og undirvísa í bókmentum, líka sum á Føroyamálsdeildini t.d., greiðir Malan frá.

4 dagar eru til fyrilestrar fá morgni til myrkurs og ein er til útferð.


Mentalitetur er inniligari

? Yvirskriftin í ár er Norðurlendskar bókmentir í mentalitetssøguligum ljósi. Tað merkir, at ein kannar skaldskap og setir hann í samband við mentalitet, sigur Malan Marnersdóttir.

? Mentalitetur er hugtak, ið er framkomið í hesari øldini, og sum er nakað annað, enn ideologi. Mentalitetur er inniligari. Ein hevur sagt, at mentalitetur er húðin, ideologi er klæðini, og soleiðis kann ein kanska lýsa tað, sigur Malan Marnersdóttir.


Frá miðøld til okkara dagar

Lagt varð fyri gjáramorgunin við fyrilestri, ið var um mentalitetssøgulia hugtakið. Hvussu bókmentir og søga hava verið lýst úr einum mentalitetssøguligum sjónarmiði, síðan miðøldina og til okkara dagar.

? Fyrilestrahaldarin gav avboð vegna sjúku, men hann sendi okkum fyrilesturin, og vit fingu Valdemar Dalsgaard at lesa hann upp, og tí kom hann væl frá, heldur Malan Marnersdóttir, ið tó heldur tað var spell, at høvi so ikki var at seta spurningar.


Fólk eru vælkomin

6 høvuðsfyrilestrar eru, men eisini eru bólkar, har fólk hittast og halda styttri fyrilestrar, hava orðaskifti og arbeiða við ymsum undirevnum.

Malan Marnersdóttir sigur, at hetta eru fólk, ið fáast við slíkt og sum hava teknað seg til ráðstevnuna, men stevnan er ikki meira afturlatin enn so, at fólk eru vælkomin at seta seg at lurta, um tey hava hug til tess.


Frá Christian og William til at senda drunn

? Felagskapurin IASS varð stovnaður eftir kríggið og hetta er 22. ráðstevnan og bókmentafrøðingar úr øllum heiminum luttaka á stevnunum, sigur Malan Marnersdóttir.

? Fólk úr øðrum heimspørtum vilja fegin hava samband við norðurlendsku bókmentafrøðingarnar og tað er eisini gott hjá norðurlendskum bókmentafólki at hava samband við fólk aðrastaðni; tey, ið hyggja at norðurlendskum bókmentum uttanífrá.

? Stevnan er annaðhvørt ár og aðruhvørjaferð í einum norðurlandi. Í ár er stevnan í Føroyum og næstuferð væntandi í Onglandi, sigur Malan Marnersdóttir.

Hóast stevnan kallast ein vísindalig bókmentaráðstevna, so er høvuðstátturin skaldskapur.

? Júst nú, meðan vit práta, heldur ein fyrilestur um Christian Matras, sigur Malan, ið greiðir víðari frá, at eisini verðra 2 fyrilestrar um William Heinesen og fyrilestur um at senda drunn.

? So skilligt er, at bókmentahugtakið er vítt, sigur Malan Marnersdóttir.


Endamálið

Endamálið við slíkari stevnu er at lýsa norðurlendskar bókmentir í mentalitetssøguliga ljósinum og hoyra ymisk sjónarmið.

? Leygardagin er ein lítil løta sett av, har fólk kunnu royna at samanfata tað, tey hava tosað um í bólkunum, meðan stevnan hevur verið, sigur Malan Marnersdóttir, ið ikki er bangin fyri, at bókin er hótt av framtíðar tøkni.


Bókin ikki hótt

Ofta verður sagt, at bókin fer at gerast fornminni, nú telduinnrásin hevur gjørt seg galdandi um allan heim. Er hetta nakað, ið slík ráðstevna tekur upp og nervar hetta bókmentafólk?

? Tað hevur verið nevnt, at mentalitetssøguliga, so má ein eisini hyggja at miðlinum. Fyri 100 árum var skaldskapur í Føroyum nústani so smátt við at gerast skrivligur. Nú, 100 ár eftir, er skaldskapurin við at gerast digitalur, men hetta forðar ikki fyri, at vit fáa hann út í bók. Eg rokni við, at vit leingi enn taka bókina framum, t.d. tá vit hyggja í eina skrá ella tá vit fara í song á kvøldi, tí hon er lættari at sovna frá, enn teldan, tí ein skal ikki hugsa um at sløkkja, sigur Malan Marnersdóttir, ið heldur telduna verða frálíkt amboð.

? Bókin fær kanska aðrar uppgávur og teldan yvirtekur nakrar uppgávur. Teldan er jú frálík til at leita. Hevur tú bók á teldu og ein setning ella navn, ið tú ikki júst minnist aftur hvar var, so er so lætt at finna hann aftur á telduni. Men lestrarupplivingina, hana fáa vit áhaldandi líka góða við eini bók, tí ein lesur ikki á sama hátt á telduskíggja. Vit skriva og gera bøkur á teldu, men njóta tær í hondunum, sigur Malan Marnersdóttir.


Útferð

Fyrilestranir, ið verða hildnir hesar dagarnar á Læraraskúlanum, koma allir út á prenti.

Hóast stevnuluttakararnir eru fólk, ið dagliga fáast við bókmentir, so eru fólk vælkomin at seta seg at lurta, um okkurt er, ið hevur teirra áhuga. Fyrilestrarnir eru mangir og fevna víða.

Ímorgin verður farið útferð til Gøtu og Eiðis. Stevnan endar leygardagin.