Páll I. Joensen
Í januar í ár svaraði landsstýriskonan í mentamálum einum munnligum fyrispurningi í løgtinginum um ”Læraratrot á Vinnuháskúlanum.” Landsstýriskonan dylur fyri løgtinginum, at Vinnuháskúlin tvær ferðir bað Mentamálaráðið um eykajáttanir á tilsamans uml. 760.000 kr. fyri at fíggja uppsagnirnar í 2009. Hetta var á leið tann upphædd, sum skúlin brúkti til uppsagnarlønir, avloysarar og løgfrøðiliga hjálp. Hóast skúlin ikki fekk nakra eykajáttan, so vísa endaligu roknskapartølini fyri 2009, at lønarkontan mestsum javnvigar, og at samlaða játtanin fyri árið helt.
Sostatt hevði fíggjarnevnd løgtingsins rætt í sínum máli í lesarabrævinum, sum ein samd nevnd hevði í bløðunum 2. apríl 2009: Tað var ikki neyðugt at avlýsa maskinistskeiðið í aug. 2009 og at siga lærarum úr starvi.
Nú er yvirtíðararbeiðið so nógv hjá eftirverandi lærarum, at summir gremja seg um ov stóra arbeiðsbyrði, sjálvt um nakrir avloysarar koma uttanífrá.
Landsstýriskonan segði eisini í løgtinginum henda dagin í januar, at øll mál fáa sakliga og rættvísa viðgerð í Mentamálaráðnum. Mín greiða fatan er, at so er als ikki. Eg skal her nevna tvey mál:
Fyrra málið
Í mars 2006 skrivar ein fulltrúi í Mentamálaráðnum, at hann saman við skúlastjóranum á Vinnuháskúlanum ”fleiri ferðir munnliga” hevur viðgjørt ein navngivnan lærara á Vinnuháskúlanum. Hetta ótespiliga notat er beint nú komið undan kavi. Tað avdúkar ein part av tí dulda virksemi, ið eyðkennir Mentamálaráðið.
Í august 2006 heitir sami fulltrúi á skúlastjóran um at taka nevnda lærara til viðgerðar.
Nevnast skal, at hetta fór fram, meðan Jógvan á Lakjuni ráddi fyri borgum í Mentamálaráðnum, og beint áðrenn hann fekk átalu frá Umboðsmanninum fyri persónliga at gera seg inn á 12 lærarar í Hoydølum.
Skúlastjórin sigur, at ”tá ið eg fái eitt sovorðið bræv úr Mentamálaráðnum, so noyðist eg at handla”. Átjan dagar seinni fær lærarin ætlanarskriv um uppsøgn.
Seinna málið
Í januar 2009 skrivar sami fulltrúi til Vinnuháskúlan um ein annan navngivnan lærara. Fulltrúin ætlaði neyvan, at hetta teldubræv skuldi koma fram í ljósið. Hann niðurger grovliga undirvísingarførleikan hjá læraranum, sum øll tó vita hevur gjørt eitt framúrskarandi arbeiði og hevur besta førleikan á sínum øki. Tríggjar vikur seinni fær hesin lærarin ætlanarskriv um uppsøgn.
Málini kærd til Mentamálaráðið
Bæði málini verða kærd til Mentamálaráðið, sum eftir nevndu átalu frá Umboðsmanninum lætst at hava skilt, at vatntætt skott eigur at vera ímillum setanarmyndugleika og kærumyndugleika.
Fulltrúin, sum persónliga hevur gjørt seg galdandi í málunum áður, hevur viðgjørt seinnu kæruna (helst báðar) og undirskrivað brævið við kæruavgerðini. Ikki óvæntað gevur hann skúlastjóranum - og harvið sær sjálvum - viðhald. Aðalstjórin hevur undirskrivað avgerðarskrivið í fyrra kærumálinum.
Í fyrra málinum heitti løgmaður á Mentamálaráðið um at ógildað avgerðina, tí Mentamálaráðið var ógegnigt. Landsstýrismaðurin setti seg upp ímóti løgmanni og bað enntá løgmann umhugsa sína støðu av nýggjum. Man tað ikki vera eindømi? Tá ið løgmaður aðru ferð við greiðum orðum bað Mentamálaráðið um at ógilda avgerðina, hevði Kristina Háfoss tikið við, og hon gjørdi sjálvandi, sum løgmaður kravdi. Samstundis verður aðalstjórin í Mentamálaráðnum koyrdur frá.
Ógegni landsstýriskonunnar
Í seinna málinum situr landsstýriskonan øðrumegin borðið sum kærumyndugleiki; hinumegin borðið situr næsta skyldkona hennara, sum er løgfrøðiligi ráðgevi setanarmyndugleikans. Skyldkonan er eisini nær í ætt við nevnda fulltrúa. Men landsstýriskonan gerst ikki var við sín egna gegnistrupulleika. Tað sama er galdandi fyri fulltrúan. Hesin fulltrúi er orsøkin til fleiri átalur frá Umboðsmanninum, tí hann kennir ikki síni mørk.
Nakrir spurningar til landsstýriskonuna
1. Hví dylur landsstýriskonan fyri løgtinginum, at Vinnuháskúlin tvær ferðir í 2009 bað um eykajáttan fyri at fíggja sokallaðu ”sparingarnar”?
2. Hvar er skottið millum setanarmyndugleikan og kærumyndugleikan?
3. Hví sær landsstýriskonan ikki sín egna og ráðsins gegnistrupulleika?
4. Hvar er rættartrygdin, tá ið viðgerðin av borgaranum fer fram munnliga og í loyndum millum Mentamálaráðið og stovnsleiðaran?
5. Heldur landsstýriskonan, at hesi bæði málini hava fingið sakliga og rættvísa viðgerð í Mentamálaráðnum?
6. Undrar tað landsstýriskonuna, at Mentamálaráðið eigur føroyska metið í átalum frá Umboðsmanninum?
Landsstýriskonan verður biðin um at svara hesum spurningum alment, tí tað eru fleiri onnur fólk, sum kenna seg illa viðfarin av Mentamálaráðnum.
Hvørjar fylgjur hetta skriv fer at fáa fyri meg persónliga áni eg ikki, men víst verður til § 77 í grundlógini.
15. apríl 2010