Merz vil hava læknaváttan longu fyrsta sjúkradagin

Týski samveldiskanslarin Friedrich Merz vil herða reglurnar um sjúkufráveru. Eftir nýggjum uppskoti skulu starvsfólk longu fyrsta sjúkradagin fara til lækna og fáa læknaváttan.

Týski samveldiskanslarin Friedrich Merz vil minka um høgu sjúkufráveruna og samstundis geva arbeiðsgevarum størri møguleikar at seta fólk í tíðaravmarkað størv. Mynd: Axel Schmidt/Reuters.

Uppskotið er partur av einum størri nýskipanarpakka, sum stjórnin hjá Friedrich Merz hevur lagt fyri týska samveldistingið.

Endamálið er at minka um høgu sjúkufráveruna í Týsklandi. Verður uppskotið samtykt, skulu starvsfólk ikki longur kunna boða frá sjúku uttan at hava verið hjá lækna longu fyrsta dagin.

Sjúkufráveran í Týsklandi er vaksin nógv seinastu árini. Fyrr í ár vísti ein kanning, at týskarar í miðal eru sjúkir 19,5 dagar um árið. Í 2018 var miðaltalið umleið 13 dagar. Sambært Deutsche Welle er sjúkufráveran nú ein av teimum hægstu í Evropa.

Uppskotið hevur tó fingið harða mótstøðu frá týsku fakfeløgunum.

Forkvinnan í IG Metall, Christiane Benner, sigur sambært tíðindastovuni dpa, at stjórnin hevur gingið ynskjunum hjá arbeiðsgevarunum á møti á ein ósosialan hátt.

Hon heldur eisini, at aðrir partar av nýskipanarpakkanum eru eitt álop á rættindini hjá løntakarum. Millum annað ætlar stjórnin at geva arbeiðsgevarum størri møguleikar at seta fólk í tíðaravmarkað størv.

– Misálit á starvsfólkini og fleiri tíðaravmarkaðar setanir skapa ikki búskaparvøkstur, sigur Frank Werneke, formaður í tænastufakfelagnum Verdi.

/Ritzau/

 

 

Týski samveldiskanslarin Friedrich Merz vil minka um høgu sjúkufráveruna og samstundis geva arbeiðsgevarum størri møguleikar at seta fólk í tíðaravmarkað størv. Mynd: Axel Schmidt/Reuters.