Lionel Messi skoraði øll trý málini, tá Argentina vann 3-0 á Algeria, og javnaði samstundis HM-málmetið hjá Miroslav Klose. Mynd: Charlotte Wilson/Ritzau Scanpix.

Messi skoraði hattrick og javnaði HM-met

Argentina fekk eina dreymabyrjan upp á verjuna av heimsmeistaraheitinum, tá liðið í nátt vann sannførandi 3-0 á Algeria.

Lionel Messi skoraði øll trý málini, tá Argentina vann 3-0 á Algeria, og javnaði samstundis HM-málmetið hjá Miroslav Klose. Mynd: Charlotte Wilson/Ritzau Scanpix.

Stóra hetjan var 38 ára gamli Lionel Messi, sum skoraði øll trý málini. Við hattrickinum hevur argentinska heimsstjørnan nú skotið 16 mál í HM-endaspølum og hevur sostatt javnað metið hjá týskaranum Miroslav Klose, sum er toppskjútti í HM-søguni.

Messi, sum spælir sítt sætta HM-endaspæl – eisini met – legði Argentina á odda eftir 17 minuttir við einum framúr langskoti. Eftir steðgin var hann fyrstur á returinum til 2-0, og 14 minuttir fyri leiklok staðfesti hann sigurin við at fullføra hattrickið.

Argentina hevði tamarhald á dystinum, hóast bæði liðini fingu mál kolldømd fyri rangstøðu tíðliga í uppgerðini.

Dysturin var samstundis landsdystur nummar 200 hjá Lionel Messi fyri Argentina.

Cristiano Ronaldo kann seinni í vikuni eisini seta met, tá Portugal byrjar HM-endaspælið. Verður hann við, verður tað eisini hansara sætta HM-endaspæl.

 

Argentina-Algeria 3-0 (1-0)

1-0 Lionel Messi ('17 )

2-0 Lionel Messi ('60 )

3-0 Lionel Messi ('76 )

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Argentina og Algeria. 

 

 

 

Lionel Messi skoraði øll trý málini, tá Argentina vann 3-0 á Algeria, og javnaði samstundis HM-málmetið hjá Miroslav Klose. Mynd: Charlotte Wilson/Ritzau Scanpix.