Mest av longu og brosmu

Í dag vóru góð 70 tons á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum, og nógv tað mesta var frá einum línuskipi, sum hevði roynt eystan fyri Føroyar og fingið væl av longu og brosmu.

Mest var av longu, eini 30 tons. Longa I fór fyri 14,46 krónur í meðal, longa II fyri 14,52 krónur, og meðalprísurin á longu III var 13,55 krónur.

Av brosmu vóru góð 20 tons. Brosma II fekk meðalprísin 9,56 krónur fyri kilo, og brosma III fór fyri 9,49 krónur.

Nakað var av øðrum fiski, eitt nú toski, hýsu og hvítingi. Toskur II fór fyri 16,16 krónur, toskur III fyri 16,33 krónur, og toskur IV fekk meðalprísin 16,44 krónur. Tað mesta av húsuni var hýsa II, sum fór fyri 11,68 krónur fyri kilo, og prísurin á hvítinginum var 9,80 krónur.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 72 tons fyri 900.000 krónur í dag