Sambært AFP eru fleiri hundrað sivilfólk dripin orsakað av russiskum dronu- og rakettálopum á íbúðarhús í Ukraina. Her sæst ein íbúðarbygningur raktur av einum russiskum dronuálopi í Odessa í Ukraina. - Mynd: Nina Liashonok

Metnógvar russiskar dronur móti Ukraina

Russland sendi metnógvar langtrøkkandi álopsdronur móti Ukraina í apríl.

Sambært AFP eru fleiri hundrað sivilfólk dripin orsakað av russiskum dronu- og rakettálopum á íbúðarhús í Ukraina. Her sæst ein íbúðarbygningur raktur av einum russiskum dronuálopi í Odessa í Ukraina. - Mynd: Nina Liashonok

Tað vísir ein greining hjá tíðindastovuni AFP, sum byggir á dátur frá ukrainsku loftverjuni.

Russland hevur lopið á Ukraina við 6.583 langtrøkkandi dronum í apríl, sum er ein vøkstur á tvey prosent í mun til mars, sum eisini setti met.

Ukraina megnaði at skjóta niður 88 prosent av øllum dronum og rakettum, upplýsir ukrainska loftverjan.

Fyrr var tað í høvuðsheitum um náttina, at Russland leyp á við langtrøkkandi dronum. Men seinastu vikurnar eru álop um dagin vorðin vanligari, sum greinarar meta vera ein tilgongd, sum er ætlað at gera meira skaða.

/Ritzau/AFP