Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge helt málið reint, tá hann og liðfelagarnir í Strømsgodset í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini á Marienlyst leikvøllinum í Drammen vunnu greiðan 3-0 sigur á gamla liðnum hjá Hera H. Mohr, Strømmen.
Tó fekk Mattias gula kortið longu í 6. minutti, tá dómarin metti hann gjørdi fríspark uttanfyri brotsteigin.
Gustav Wikheim fekk heimaliðið á sigurskós eftir 15 minuttirs spæl, tá hann gjørdist leysur í brotsteiginum. Sebastian Pingel økti til 2-0 við einum stútara miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tá 17 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini staðfesti Marcus Mehnert sigurin.
Strømsgodset er nummar fimm í deildini við 10 stigum fyri fimm dystir. Teir eru trý stig aftanfyri tvey tey fremstu liðini, Odd og Kongsvinger.
Sunnudagin 10. mai klokkan 16 spælir Strømsgodset dyst á útivølli móti Åsane.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Strømsgodset-Strømmen 3-0 (1-0):
##med2##











