Tað verður einki beinleiðis samgonguskjal.
Tað sigur forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, eftir at Javnaðarflokkurin, Tey Radikalu, SF og Eindarlistin seint í gjárkvøldið vórðu samd um eitt »politiskt forstáilsi«.
Hon verður harvið skjótt næsta forsætisráðfrú Danmarkar við teirri avtalu, tey hava gjørt á reyða veingi. Tað tók næstan tríggjar vikur at koma til hesa semjuna.
– Eg fari at verða ógvuliga trúgv fyri hesum pappír og hesum ætlanunum. Eg kenni meg bundna til tað, og tað er vegna hetta skjal, at vit nú teir næstu dagarnar kunnu skipa eina nýggja stjórn, sigur Mette Frederiksen.
– Vit hava eitt felags forstáilsi við teir tríggjar flokkarnar, sum nú verða parlamentariskt grundarlag. Vit eru samd um nógv, og tað er fult í tráð við tað arbeiði, stjórnin nú er í ferð við, sigur Mette Frederiksen.
Hon leggur afturat, at skjalið hevur so nógv uppskot, at tað kann røkka eitt heilt stjórnarskeið.
Tilsamans er avtalan 18 síður og hevur yvirskriftina »Rættvís kós fyri Danmark«.
Tað er annars púra vanligt, at ein stjórn ger eitt stjórnargrundarlag. Tað skal lýsa tann politikk, sum stjórnin fer at føra.
Vanliga ber til at ábyrgja stjórnina fyri samgonguskjalið, um nú sitandi stjórn gera annað enn tað, sum var ætlað.
Eitt samgonguskal verður vanliga gjørt í samráðíngunum um stjórnarskipan, men reyði vongur hevur síðani valið 5. juni alla tíðina sagt, at tað verður ikki samrást um eitt samgonguskjal ella stjórnargrundalag.
Tað helt, men nú roknað varð við, at Javnaðarflokkurin síðani fór at vísa eitt beinleiðis stjórnargrundarlag.
/ritzau/