Nógv høvdu vænta stóra spjaðing til fyrimuns fyri Vladimir Putin forseta og Russland á ES toppfundinum í Brússel. Men tað hendi ikki.
Tað sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, á tíðindafundi eftir toppfundin í dag.
– Tað er eydnast at opna upptøkusamráðingarnar við Ukraina og Moldova, og harivð vátta vit samd, at framtíðin hjá Ukraina er í Evropa og í ES, sigur forsætisráðfrúan.
26 lond eru samd um ein drúgvan fíggjarligan stuðulspakka til Ukraina frá ES, men Ungarn arbeiðir ímóti restini av ES limalondunum.
– Vit mugu bara arbeiða meira fyri at røkka málinum. Enn fleiri samrøður, og so vænti eg, at vit møtast aftur í januar mánaði og gera eina avtalu.
– Tað eru 26 lond, sum eru samd og et, sum er ósamt, sigur Mette Frederiksen.
Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, er ímóti uppskotinum hjá nevndini um ein fýra ára stuðulspakka til Ukraina upp á 50 milliardir evrur.
Danska forsætisráðafrúan heldur onga orsøk vera at vísa aftur, at tað ber til at gera eina avtalu uttan um Ungarn.
– Eg vildi helst, at øll evropisk lond stóðu saman.
– Tað ber ikki til at tosa um evropiska spjaðing. Tað er eitt einstakt land, sum ikki vil vera við í avtaluni, sum er gjørd, men vit onnur eru samd, sigur hon.
Viktor Orbán hevur í fleiri vikur hótt við at blokkera við at brúka vetorætt sín, bæði tá tað snýr seg um upptøkusamráðingar við Ukraina og við drúgva stuðulspakkan.
Men hann hevur slept fyrru hóttanini, tá hann ikki valdi at vera til staðar í rúminum eftir áheitan frá Olaf Scholz, týska kanslaranum, tá málið skuldi samtykkjast.
– Tað er eingin orsøk til at fjala, at Ungarn velur at spæla ein serligan leiklut, sum ofta er ímóti restini í evropiska felagsskapinum, sigur Mette Frederiksen.
– Vit vóru mong, sum gjørdu greitt í gjár, at tað ikki var í áhugamálinum hjá Evropa at ganga ungarsku leiðina, tá tað snýr seg um Ukraina.
/ritzau/