Mette-Marit krúnprinsessa hevur fingið nýtt lunga

Norska krúnprinsessan Mette-Marit hevur fingið eina lungatransplantatión. Tað upplýsir norska kongshúsið í einum tíðindaskrivi.

Mette-Marit krúnprinsessa hevur fingið eina lungatransplantatión, upplýsir norska kongshúsið. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)

52 ára gamla krúnprinsessan hevur í fleiri ár stríðst við álvarsligu lungnasjúkuna lungefibrosu, og seinastu vikurnar er støða hennara versnað, so hon hevði tørv á einari transplantatión.

Kongshúsið hevur áður boðað frá, at virksemið hjá kongshúsinum fór at verða tillagað orsakað av heilsustøðuni hjá krúnprinsessuni.

Enn eru eingi nærri boð komin um, hvussu hon hevur tað eftir skurðviðgerðina.

 

Mette-Marit krúnprinsessa hevur fingið eina lungatransplantatión, upplýsir norska kongshúsið. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)

Mette-Marit krúnprinsessa hevur fingið eina lungatransplantatión, upplýsir norska kongshúsið