Metúrslit hjá Hotel Hafnia

P/f Hotel Hafnia hevði slakar 8,9 milliónir krónur í avlopi áðrenn skatt fyri árið í fjør, sum svarar til góðar 7,4 milliónir krónur eftir skatt. Hetta er metár hjá samtakinum.

 

Hotel Hafnia hevði slakar 6,6 milliónir krónur í halli í 2020 og 4,6 milliónir krónur í avlopi í 2019.

P/f Hotel Hafnia rekur gistingarhúsini Hotel Hafnia og Hotel Brandan og er partur av Smyril-Line-samtakinum. 

Eginpeningurin í felagnum er 52 mió krónur. Stjóri er Pætur Trónd Thomsen, og Tummas Justinussen er nevndarformaður. Nevndarlimir eru Aimi Gudmundsen Justinussen, Jákup Sverri Kass og Jens Meinhard Rasmussen. 

 

##med2###

 

 

P/F Hotel Hafnia eigur og rekur eisini Hotel Brandan