José Antonio Yepez, vanliga nevndur »El Marro« (gassin á føroyskum) varð handtikin undir eini atgerð í morgun okkara tíð.
Tað hendi í Guanjuato landslutinum, sum er eitt av økjunum, sum eru merkt av harðskapi millum brotsmannalið í Mexico.
Yepez er leiðari í rúsevnakartellinum Santa Rosa de Lima, sum hevur sína miðstøð í Guanajuato.
Kartellið hevur seinastu tíðina stríðst ímóti einum ørðum kartelli í landspartinum, Jaliscos Nye Generation, sum er av teimum harðrendastu og valdmiklastu í Mexico.
/Ritzau/