Mezzoforte-fagnaður spælir eykakonsert

Mezzoforte-fjepparar fáa ein eyka møguleika at uppliva tónleikin hjá íslendska jazz- og funkbólkinum.

Vegna stóra áhugan fyri konsertini verður spæld ein eyka Mezzoforte fagnaðar-konsert í Reinsarínum fríggjadagin 14. august kl. 22.30.

 

”Tit kunnu gleða tykkum til eitt glóðhoytt summarkvøld við íslendskum klassikarum hjá fantastiska bólkinum Mezzoforte” siga tey í bólkinum.

 

Mezzoforte fekk sítt altjóða gjøgnumbrot í 1983 við lagnum Garden Party, og í Føroyum kenna fólk løgini EG. Blues, High Season, Night Fall, Daybreak, og ja, ein kundi hildið áfram at nevnt meistaraverk omaná meistaraverk.

 

Brekkufeðgarnir - Hans Petur í Brekkunum og Bastian í Brekkunum - hava enn einaferð savnað sjey fantastiskar groovandi funky tónleikarar, ið heiðra íslendska superbólkinum.

 

GG!

 

Hetta kvøldið er eitt gott kvøld at spæla tónleikaløgreglufólk.

 

Fagnaðarbólkur

 

Hans Petur í Brekkunum, tenorsax

Bastian Fossá í Brekkunum, bass

Jákup Tórgarð, keyboard

Ari Johannesen, guitar

Rógvi á Rógvu, trummur

James Goodwin, slagverk

Maria Vang Reinert, trombone

Johan Hentze, trompet

Ernst Remmel, trompet

 

 

 

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo