Kvinnurnar fyrireika seg til Baltic Cup

Kappingin verður leikt mánaðarskiftið november-desember

FSF skrivar:

 

- Pætur Smith Clementsen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur sent boð eftir 29 spælarum til landsliðsvenjing á Svangaskarði mikukvøldið

 

——————

 

HM-undankappingin hjá kvinnum, sum var spæld í vár og tíðliga í summar, er løgd afturum bak, og øll orka verður nú løgd í fyrireikingar til Baltic Cup, sum verður um mánaðarskifti novembur-desembur. Harafturat verður eisini arbeitt við at fáa tveir venjingardystir í oktobur mánað.

 

Í hesum sambandi hevur Pætur Smith Clementsen, A-landsliðsvenjari, úttikið ein bruttohóp við 29 spælarum, ið eru boðsendar til landsliðsvenjing á Svangaskarði í morgin, mikukvøldið klokkan 18:30.

 

Hópurin:

Sissal Haraldsen, 07 Vestur

Gunnvá Lützen, HB

Súsanna Laksafoss Godtfred, HB

Brá Zakariasardóttir, HB

Rúna Jacobsen, HB

Fríða Jakobsen, HB

Lý Gray Djurhuus, HB

Lisa Haraldsen, HB

Ása Carlsen, HB

Jakobina Bergsdóttir, HB

Ingrid Berg Rasmussen, Skála

Maria Vinjardsdóttir Johansen, KÍ

Tóra Mohr, KÍ

Jancy Mohr, KÍ

Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ

Birita Ryan, KÍ

Durita Hummeland, KÍ

Tórunn Højgaard Joensen, KÍ

Eyðvør Klakstein, KÍ

Sanna Svarvadal, KÍ

Sólja Ernstdóttir, KÍ

Helga Mikkelsen, KÍ

Heidi Sevdal, KÍ

Malena Olsen, KÍ

Jórun Patawary, KÍ

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur

Natalia Dansdóttir Olsen, Víkingur

Eydna Olsen Dalheim, Víkingur

Rakul Sørensen, Víkingur

 

Í farnu HM-undankapping vóru Føroyar bólki saman við Grikkalandi og Georgia. Grikkar vunnu bólkin, meðan føroysku kvinnurnar endaðu á øðrum plássi við seks stigum. Skrivar FSF.