Ternan siglir alla náttina á ovastevnu

Komandi vikuskifti verður ovastevna í Nólsoy, og í hesum sambandi verður ferðasambandið millum Havnina og Nólsoy víðkað munandi.

Leygardagin 15. august siglir Ternan eftir serstakari ferðaætlan. Siglt verður úr Havn frá klokkan 8 á morgni til klokkan 3 um náttina. Úr Nólsoy verður siglt frá klokkan 8.30 og heilt til klokkan 5.30 sunnumorgunin.

 

Eisini verður ein eykatúrur fríggjakvøldið klokkan 23 úr Havn og klokkan 23.30 úr Nólsoy.

 

Ferðaseðilin leygardagin kostar 160 krónur fyri vaksin, men 130 krónur, um hann verður keyptur í forsølu á Farstøðini. Børn millum 7 og 15 ár og pensionistar gjalda ávikavist 90 og 70 krónur. Børn undir sjey ár ferðast ókeypis.

 

Ferðaseðilin er galdandi báðar vegir.

 

Strandferðslan ger vart við, at akfør ikki sleppa við Ternuni leygardagin. Farmur, sum hevur samband við fyriskipanina av ovastevnuni, er tó undantikin.

 

 

 

 

 

Sí serligu ferðaætlanina til ovastevnuna