Fyrr í dag kunngjørdi Fredrikstad FK, at Mikkjal K. Thomassen gevst sum venjari í norska felagnum. TV2 Norra hevur fingið váttað frá ítróttarstjóranum, Joacim Heier, at eitt annað felag hevur keypt føroyska venjaran leysan.
- Vit hava fingið eina avtalu, sum vit eru nøgd við. Vit hava vita hetta í eina tíð og sum eg havi sagt fyrr, so burdi eitt hvørt stórfelag í norðurlondum havt Mikkjal K. Thomassen á blokkinum, sigur Joacim Heier.
Talan er sambært miðlum sum TV2 Norra og øðrum miðlum, at talan er um svenska stórfelagið AIK Stockholm. Hetta er eitt stórt fet upp hjá Mikkjali K. Thomassen og ein álitisváttan á føroyska venjaran.
Tað hevur í eina tíð ljóðað, at áhugi hevur verið fyri Mikkjali K. Thomassen frá størri feløgum, men hildið hevur verið at Fredrikstad og Mikkjal hevur verið eitt perfekt samanspæl. Nú hevur Mikkjal K. Thomassen vunnið Fredrikstad upp í bestu deildina og AIK hevur trýst á “keyp” knøttin.
Viðmerkjarin hjá TV2 Norra, Yaw Amankwah, er ikki bilsin. Hann heldur fyri, at Mikkjal K. Thomassen hevur gjørt eitt ov gott arbeiði í Fredrikstad.
- Eg eri ikki bilsin. Hetta er paradoks fyri Fredrikstad, tí hann hevur næstan gjørt eitt ov gott arbeiði. Tað fór altíð at verða onkur frá teimum størri feløgunum, ið fór at leggja merki til tað, sigur fyrrverandi miðverjin Yaw Amankwah.
Á heimasíðuni Transfermarked verður hópurin hjá AIK mettur at verða verdur tvífalt so nógv, sum hópurin hjá Fredrikstad. Teir spæla sínar heimadystir á Friends Arena og hava vunnið svenska meistaraheitið 12 ferðir - tó bara eitt síðani 2009.