Midtjylland vann steypið - FCK stendur eftir við ongum

FC Keypmannahavn hevur tó ein Conference League Play Off dyst í næstum

Mynd: Ritzau Scanpix

Hetta kappingarárið hevur gingið alt annað enn eftir ætlan hjá FC Keypmannahavn.

 

Í superliguni duttu teir niður í niðara endaspælið, tí teir ikki megnaðu at vera millum seks tey fremstu liðini í grundspælinum.

 

Seinnapartin skuldi kappingarárið bjargast í steypafinaluni móti FC Midtjyllandi. Men miðjútlendingarnir fóru við steypinum aftaná 1-0 sigur í Parkini í Keypmannahavn. Han-Beom Lee skoraði sigursmálið í 82. minutti.

 

Við steypasigri, silvur í superliguni og einum góðum avriki í Evropa kann FC Midtjylland staðfesta eitt gott kappingarár, hóast gullið í superliguni glapp.

 

FC Keypmannahavn hevur tó eitt skot eftir í byrsuni. Teir vinna niðara endaspælið, og sleppa tí at spæla ein Play Off dyst móti einum liði úr ovara endaspælinum, har eitt pláss í Conference League stendur upp á spæl. 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix