Mika kemur í kvøld

Høvuðsnavnið á Summar Festivalinum, Mika, lendir í Vágum stutt fyri klokkan 18 í kvøld. Hann skal tó ikki framføra fyrr enn í annaðkvøld klokkan 22, men hevur so eftir øllum at døma valt ta koma til landið longu í kvøld.

 

Heimsstjørnan Mika ferðast ikki sum fólk flest við almenna rutunetinum. Hann hevur sítt egna flogfar og kemur úr London til Vágar í kvøld.

 

Tað er uttan iva eitt rárt hendilsi hjá Mika at framføra fyri eini so lítlari mannfjøld, tí – hóast alt er relativt – so eru 8.-10.000 fólk á Vágsbø í Klaksvík ein lítil fjøld í mun til ta mannfjøld, sum fyllir stór stadion kring heimin, har 50.000 fólk og fleiri lurta eftir heimsstjørnini.

 

Greitt er ikki, hvussu leingi Mika steðgar í Føroyum, men gitt verður, at hann fer avstaðaftur so skjótt hann hevur greitt sín setning í Klaksvík.