Tað sá einki út hjá KÍ vesturi í Sørvági. Tá 17 minuttir vóru farnir var heimaliðið, 07 Vestur á odda 2-0.
Men KÍ fekk arbeitt seg innaftur í dystin, og tá dysturin var liðugur hevði KÍ vunnið 3-2, og hevur framvegis fult stigatal í Betrideildini.
Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen heldur, at hansara spælarar vístu karakter, tí tað krevur nógv av einum liði at koma aftur, tá ein hevur verið aftanfyri 0-2 í einum dysti, og hann undirstrikar, at hann er stoltur av avrikinum hjá sínum monnum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Mikkjal Thomassen.
Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Paula Poulsen hoyrist HER