Løgreglan í Toronto í Kanada hevur nú váttað, at gátufulli deyðin hjá kanadiska miljarderparinum, Barry og Honey Sherman, hin 15. desember í fjør var morð.
Tey bæði, sum vóru ávikavist 75 og 70 ára gomul, vórðu funnin hongd í leðurbeltum nær svimjihylinum, sum er bygdur upp í stásiligu hús teirra.
Kanadiska løgreglan hevur higartil verið ógvuliga fáorðað um smálutir í málinum, men nú heldur løgreglan seg vera vísa í, at talan var um morð.
Barry Sheman var stovnari og stjóri í stórari kanadiskari heilivágsverksmiðju, og mett verður, at hjúnini áttu virðir fyri umleið 20 miljardir krónur í okkara peningi.
Stutt fyri drápið høvdu tey sett húsini, vit síggja á myndini og sum eru heili 1.114 fermetrar stór, til sølu fyri 35 miljónir krónur, og tað var meklarin, sum kom fram á líkini.
Løgreglan í Toronto heldur, at talan er um ein ella fleiri brotsmenn, og tey meta, at brotsmenninir bevíst hava verið úti eftir hjúnunum.
Hóast brotsgerðina, vóru eingi tekin í húsinum um innbrot, men løgreglan heldur, at brotsmenninir onkusvegna hava ligið úti eftir pengunum hjá Barry og Honey Sherman.