Millióna-handlar hava broytt hugburðin

Formaðurin í búskaparráðnum ivast ikki í, at okkurt slag av tilfeingisgjaldi fer at verða innført í føroysku fiskivinnuna. Longu nú heldur hann, at ein stór hugburðsbroyting er hend hesum viðvíkjandi. Men samstundis leggur hann dent á, at ein slík viðgerð skal hava eina breiða og gjølliga viðgerð, áðrenn hon verður sett í verk

Tilfeingisgjald

Tá ið búskaparráðið á fyrsta sinni kom við hugskotinum um eina tilfeingisrentu, var hetta avgjørt ikki nakað, sum fall í góða jørð hjá politisku skipanini.
Eitt nú varð sagt, at táverandi formaðurin, Bjarni Olsen, neyvan hevði pissað í saltan sjógv, og at hann tí ikki var maðurin, sum skuldi ráðgeva høvuðsvinnuni. Og aðrar politiskar røddir kravdu bart út, at formaðurin varð settur frá.

Tølini avleiða reaktiónir
Núverandi - og kanska eisini seinasti - formaðurin í búskaparráðnum, Johnny í Grótinum, heldur, at í so máta er ein stór hugburðsbroyting farin fram seinnu árini. Ein broyting, sum kanska ikki merkir, at allir partar glaðbeintir vilja seta eina slíka skipan í verk her og nú. Men ein broyting, sum hevur inniborið, at tankin um eitt tilfeingisgjald ikki longur er nakað banniorð, men tvørtur ímóti ein spurningur, sum nú verður viðgjørdur á sakligum grundarlag frá fleiri síðum.
- Tað er jú ein skipan, sum so líðandi er sett í verk í fleiri londum kring okkum, og tað hevur helst sína ávirkan. Í dag sært tú til dømis eisini allir fjølmiðlar viðgera spurningin, og tó at eg ikki eri samdir í øllum tí, sum verður skrivað um hetta, so bendir hetta á eina veruliga broyting.
Kann hendan broytingin ikki eisini hanga saman við teimum stóru handlum, sum vit hava sæð gjøgnumførdar seinastu tíðina?
- Tað er ikki annað enn náttúrligt, at so er. Hasir handlarnir fóru tó eisini fram, longu tá fyrsta álitið um spurningin varð skrivað. Men tá varð fokus kanska meira sett á politisku handfaringina av hesum. Hetta við at reiðarar høvdu fingið bindandi tilsøgnir um at leggja loyvi saman, longu áðrenn teir keyptu onnur og smærri loyvi. Men veruleikin var, at tað blivu fleiri fiskifør handlað fyri upphæddir, sum vóru nógvar ferðir tað, sum sjálvt farið var vert.
- Í ár hava vit tó brádliga sæð nakrar handlar av slíkari stødd, at fólk kanska hava ilt við at fyrihalda seg til tølini. Og hetta hevur sjálvsagt eisini avleitt nakrar reaktiónir. Bæði millum fólk sum heild og í politisku skipanini.

Umsetiligheitin skal varveitast
Hesar reaktiónir hava so eisini havt ta ávirkan, at stórur partur av løgtinginum í dag tykist arbeiða fram ímóti einum tilfeingisgjaldi av onkrum slag. Ein gongd, sum formaðurin í Búskaparráðnum tykist fegnast um, men har hann samstundis vísir á, at fólk ofta hava hug at misskilja tey sjónarmið, sum verða førd fram.
- Tað er í øllum førum fullkomuliga skeivt, tá tað frá ávísum síðum verður ført fram, at okkara tanki er at brandskatta umsetiligheitina í skipanini.
- Júst umsetiligheitin er jú tað, sum tryggjar dynamikkin í skipanini. Tá ein reiðari til dømis setir eina toskakvøtu fyri 40 mió kr., so er tað væl eitt úttrykk fyri, at keyparin metir seg kunna forrenta hesa upphæddina betri enn seljarin heldur seg kunna. Tað vil í sjálvum sær innibera eina effektivisering í vinnuni, og tað vil væl altíð vera hesum, vit skulu stremba eftir.
Men er vansin í eini slíkari skipan ikki, at øll veiðiloyvi kunnu verða konsentrerað á antin fáar føroyskar hendur, ella kanska á útlendskar hendur?
- Tað er rætt, at tað kann vera ein vansi. Men hinvegin vil ein konsentratión í nógvum førum eisini innibera eina effektivisering. Júst hvussu hendan skal koma, er ein politiskur spurningur. Tað kann jú væl hugsast, at politikarar framhaldandi vilja tryggja aktivitet í ymsum økjum kring landið, og tað er so ein spurningur, sum skal viðgerast hareftir.
Meinar tú harvið, at tað væl kundi hugsast ein landafrøðilig kvotaskipan við fiskiloyvum?
- Til dømis. Og tann tankin nýtist ikki at vera í ósamsvari við umsetiligheitina. Men verður tað gjørt, so er tað sera týdningarmikið, at talan framvegis verður um umsetiligheit innan fyri tær avmarkingar, sum verða ásettar. Vansin í verandi skipan er jú, at loyvini verða latin mest sum í allar ævir, og har byggir okkara tilmæli á nøkur væl styttri tíðarskeið, fyri á tann hátt at tryggja ein meira dynamiskan marknað.

Gongur rætta vegin
Tá tosað verður um eina víðari tilgongd í spurninginum um tilfeingisgjald, tykist Johnny í Grótinum ikki vera í iva um, at hetta er skipan, sum fyrr ella seinni eisini kemur í gildi her í Føroyum. Men hann leggur samstundis alstóran dent á, at spurningurin eigur at verða viðgjørdur bæði væl og virðiliga.
- Í løtuni situr ein arbeiðsbólkur undir Fiskimálaráðnum og arbeiðir við allari fiskidagalóggávuni sum heild. Her vildi tað verið upplagt, at okkurt slag av ráðstevnu varð hildið um spurningin viðvíkjandi tilfeingisgjaldi. Bæði soleiðis at vit her í Føroyum fingu eina breiðari viðgerð av spurninginum, og eisini fyri at fáa nøkru input útifrá. Eitt nú høvdu íslendingar eina slíka ráðstevnu fyri einum fýra árum síðani, og vit kundu uttan iva eisini gjørt nýtslu av teirra royndum í hesum. Eisini eru estlendingar farnir undir eina uppboðssøluskipan við fiskiloyvum, og tað vil heilt víst eisini vera nakað, sum vit kunnu fáa nøkur input burturúr.
- Og í longdini ivist eg ikki í, at ein slík kemur, men nær og hvørjum formi ætli eg mær ikki at gera nakrar gitingar um. Í íslandi eru tey jú byrjaði í smáum, har gjaldið í dag er 6% av netto, og tann parturin skal ætlandi hækkast til 9% komandi ár. Júst hvar gjaldið endar, er ilt at siga, men tað er neyðugt, at hetta kemur inn í skipanina, samstundis sum dynamikkurin verður varveittur.
- Tað ringasta, sum kann henda, er um landið sjálvt fer at spæla fiskidagabanki á tann hátt, at allur handil við fiskidøgum verður fluttur yvir í politisku skipanina sum eitt annað stempulkontór. Tá hvørvur allur dynamikkurin í skipanini, tí tá verður tað tann politiski myndugleikin, sum skal gera av, hvør skal hava hvørji loyvi, og tað er ikki serliga fremjandi fyri landsbúskapin, staðfestir Johnny í Grótinum at enda.