Minkur komin til Føroya

Tá ið Norrøna kom á Havnina í morgun, leyp ein minkur í land, og tað eydnaðist ikki at fanga hann.

Politiið heitir á fólk um at siga frá, um nakar sær minkin.

Minkur er skaðadjór, og Birna Mørkøre, landsdjóralækni sigur, at tey ræðast mest fyri, at minkur fer í fuglabjørgini.

Minkur er annars illsintur og kann bíta. Hann er á stødd við kettu, men longri og lægri.

Í seinastu viku var eisini ein minkur umborð á Norrønu, men hann varð yvirkoyrdur á dekkinum.

Tað ljóðar, at minkar ganga leysir í Hirtshals, men teir eru óynsktir í Føroyum.