Minni skattainntøka í Vestmanna

Vestmanna kommuna fekk 700.000 krónur minni í persónsskatti fyrra hálvár enn í sama tíðarskeiði í fjør Skattainntøkan hjá Vestmanna kommunu í juni var 3,1 mió. krónur, og tað var væl minni enn í juni í fjør, tá talið var oman fyri 3,5 mió. krónur.

Kommunan skrivar á heimasíðuni, at tølini eru ikki heilt sambærilig, tí juni í fjør er tann besti til persónsskatt hjá kommununi nakrantíð. Verður úrslitið í ár borið saman við juni í 2007, er inntøkan í ár góð, tí tá var talið 2,9 mió. krónur.

Persónskatturin fyrra hálvár í ár er umleið 700.000 krónur minni í ár enn í fjør. Kommunan er kortini rættiliga væl nøgd við úrslitið higartil.