Minni um Onnu Poulsen -Anna hjá Pálli

Tað var komið at tólvta tíma, tá hesin dapri dagur rann upp, og vit, - ikki óvantað, fingu boðini um at okkara góða Anna, -Anna hjá Pálli, - var farin í harrans hendur.

Við sínum sjáldsama handaliga sum andaliga sinni, róði hon ímóti síni hørðu sjúku. Men strembanin gjørdist ov strævin fyri vælsignaðu góðu Onnu.

Vit royndu at krøkja okkum í vónina um, at møguliga fór vend at koma í, men so var ikki. Við deyðameini og á krossvegnum bórust leiðir sundur. Vónirnar brustu, -røddin var tagnað.

Vit vóru mong sum vitjaðu Annu á 46 ára føðingardegi hennara 1. ólavsøkudag í ár. Sum altíð andar heimið hjá Onnu og Pálli av sælu og blídni fyri hvønn tann, ið har gongur at garði.

Fáeinir gestir vóru komnir, tá Anna í stívasta stási, men í seinra lagi, -helt hon,- kom niður av loftinum, ynskti okkum vælkomin og tók soleiðis til, ?Ja leingi er at pynta brúður?. Hóðast hvøkkin og yvaleyst kendi á sær, at nú var farið at nærkast teirri seinastu vøku nátt, vardi hon skansa, við sínum skilagóða lindi og vakra brosi.

Tað var komið fram á nátt, og Anna var á fótum til seinasta mann.

Eisini eg fór til Onnu at biðja góða nátt. Takkaði fyri kvøldið og bað Jesus verða hjá henni. - Hann veri eisini hjá tær, svaraði hon og hugdi upp. Brosið var milt, eyguni djúp, og tey vóru gløgg. Orðini vóru fá okkara millum, men tey høvdu virði, virði, ið eg seint fari at gloyma. Hetta er seinastu ferð eg heilsaði hesari kvinnu.

Trúfesti eyðkendi Onnu. Rætthugsin og greið í sínum metingum. Vitug, høvisk og prúð í síni framkomu. Í mannfjøld var hon talandi og hon var skemtingarsom. Útspilling hevði hon lítið um at siga. - Gjørdist ofta tá hugsin. - Ja og nei kundi hon svara við ?tøgn?. Tey eru fá, ið kunnu tað.

Góði Gunnar, Aksel Eli og Erland. Tó jarðarlívið gjørist stutt hjá mammu, veit eg, at hon hevur vart um tykkum. Givið tykkum gott kjølfesti og við Guds megi at kunna ganga fram.

Eisini ynski eg tær, Páll, at tú verður við Guds hjálp førur at bera ta byrðu, sum í hendur tínar hevur verið lagt. Megi at verja um siðuligu synir tínar og vísa teimum fram á enn ókendar gøtur.

Tað er sálarstyrki og trygd fyri avvarðandi, at ein so stillfør dóttir, kona og mamma kann hava givið so nógv uttan at vita av.

Hetta prógvaði fjøldin, ið fylgdi Annu á leiðarenda.

Kirkjugarðurin er slættur og ábært á flestu ættum. Men við eysturhornið er vallaður garður. Við fótalagið og í skjóli av hesum flaggarði hvílir góða Anna.

?Minnini liva?


Harrin styrkið tykkum ið varða av.

Sverri