Minni vøkstur í Asia enn væntað

Heimsbankin sigur nú, at búskaparvøksturin í Eysturasia og Kyrrahavsøkinum verður ikki so stórur, sum fyrr hildið, og kemst tað fyrst og fremst av, búskapurin í Kina veksur ikki so skjótt sum fyrr.

I fjør spáddi Heimsbankin, at búskaparvøksturin í Eysturasia og Kyrrahavsøkinum bleiv 8,3 prosent í ár, men í teirri nýggju metingini sigur bankin, at vøksturin verður ætlandi 7,2 prosent. Bankin væntar heldur størri eftirspurning í hesum partinum av heiminum næsta ár og metir tí, at búskaparvøksturin verður 7,6 prosent í 2013.

Bent Hofman, sum er búskaparfrøðingur hjá Heimsbankanum, sigur við tíðindastovurnar, at tey seinastu 20 árini hava Eysturasia og Kyrrahavsøkið tvífaldað teirra part av heimsbúskapinum.