Minningarhald um Immanuel

Sum tað er lesarum okkara kunnugt, eru tað í hesum døgum liðin 75 ár síðani syrgiligu vanlukkuna, tá ið sluppirnar Laura og Immmanuel gingu burtur við tilsamans 38 monnum.
Í Miðvikuni 4.apríl høvdu vit eina frásøgn um hesa hending. Seinasta leygardag skipaði Runavíkar Býráð fyri minningarhaldi í Søldarfirði. Byrjað varð við minnisvarðan kl. 18, har Hans J. Lamhauge, býráðsformaður, legði fyri og John Poulsen, sonur Óla Poulsen, sum var við Immanuel, legði krans og bað eina bøn. Onnur ættarfólk løgdu eisini kransar.
Aftaná var samkoma við borðhaldi í skúlanum í Søldarfirði, har Óli Jacobsen, Maria Jacobsen, Dávur Jacobsen og Sámal Petur í Grund høvdu framløgur.
Minningarhaldið var stak væl eydnað. Tað var av besta veðri, og umleið 200 vóru til borðhaldið. Hesi vóru fyrst og fremst avvarðandi hjá teimum, sum fórust við Immanuel, og her vóru børn og systkin hjá manningini í fremstu røð. Umframt vóru eisini fleiri avvarðandi at teimum, sum fórust við Lauru. Reiðaríið hjá Immanuel, J. Dahl Gørðum, var eisini umboðað við brøðrunum Jákupi og Georg Dahl, sum eru synir Johan Dahl, sum saman við pápa sínum Magnus Dahl var reiðari.
Nøkur av sjóvinnufeløgini vóru eisini umboðað. Jákup Sólstein var fyri Reiðarafelagið og Eyðstein Djurhuus fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Landsstýrismenninir Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kalsø vóru eisini við, Teir hava gjøgnum teirra ætt beinleiðis samband við vanlukkuna. Íslendski sendimaðurin í Føroyum, Eiður Guðnason, var somuleiðis til staðar. Her var tískil talan um eina breiða umboðan, og hetta er enn eitt dømi um tann lagnufelagsskap, sum føroyingar kenna, tá ið vanlukkan hendir, og hesin felagsskapur stendur við, hóast nógv ár fara.
Tað, sum kom fram undir borðhaldinum, hevur partvíst verið frammi í umrøddu grein í Miðvikuni. Men her kom eisini ymiskt fram afturat hesum, og hetta fara vit at koma aftur til í eini komandi Miðviku.
Hesa ferð fara vit tí bert at hava ein samandrátt av framløgunum, sum vóru hildnar.

1.200 mans farnir á sjónum.
Undirritaði hevði fyrst eina framløgu, sum eg kallaði »føroyski samleikin«, og sum var ein lýsing av, hvussu nógv sjógvurin hevur tikið frá okkara lítla samfelag, síðani vit byrjaðu rættiligan skipsfiskiskap. Hetta eru sanniliga tøl, sum tala.

Roknað verður frá 1870, tá ið »stóri skaðadagurin« var 30.apríl. Illveðrið hendan dagin kostaði 32 útróðarmonnum lívið. Fólkatalið var 10.000 í Føroyum, so í dag vildi hetta svara til 150 menn!
Frá 1870 og fram til seinna heimsbardaga, fáa vit umleið 1.000 menn, sum eru deyðir á sjónum. Umframt skipsvanlukkurnar hevur eisini verið talan um eitt ótal av bátavanlukkum, serliga tey fyrstu nógvu árini. Taka vit kríggið við, koma vit uppá 1.200 menn, sum eru deyðir á sjónum.
Fram til aldarskiftið 18-1900 er talið um 425. Fyrstu skipsvanlukkurnar eru Bella og Løvenørn, sum ganga burtur undir Íslandi í 1882, har 21 mans doyðu. Ein samanteljing fyri árini 1876-88 vísir, at hesi árini doyðu 234 mans á sjónum.
Hetta merkir, at talið av sjólatnum fiskimonnum frá 1900 og fram til 1940 hevur verið um 600. Nú er tað, at vit uppliva tær nógvu og stóru skipsvanlukkurnar, har skip ganga burtur við upp til 23 mans.
Størsta vanlukkuárið var í 1920, tá ið 62 mans doyggja á sjónum. Millum skipini, sum fórust, vóru Helena, Kristina og Karin.

Í 1924 fara 45 mans við Onnu og General Gordon. Á heysti 1931 fer Dora við 17 monnum, og várið eftir Laura og Immanuel við 38 monnum. Tað sjólátast 55 mans eftir einum hálvum ári.
Longu í 1934 fara Nólsoy og Neptun við 43 monnum, og Fossanes fer í 1938 við 19 monnum. Síðan koma teir nógvu, sum fórust undir krígnum.
Hetta eru ræðandi tøl, sum lýsa hvussu nógvir av okkara monnum í besta aldri eru farnir.

Trygging
Undirritaði greiddi eisini frá sosialari trygd og tryggingarviðurskifti tá í tíðini.
Samfelagið var samansett á ein heilt annan hátt í 1932 enn nú. Inntøkurnar vóru lágar, og hetta merkti, at synirnir í húsinum eisini løgdu sína inntøku til húsarhaldið. Tí vóru tað ofta fleiri inntøkur, sum duttu burtur í sama húsi í slíkum førum sum hesum.
Tað, sum fyrst og fremst bjargaðu raktu húsarhaldunum, var hjálpin sum kom frá fólki nógvastaðni. Hon var bæði fíggjarlig og materiell.
Tað einasta, har tað almenna kom inn í myndina, var við trygging. Ymsar tryggingar hava verið, eisini danskar, ið vóru galdandi fyrst í øldini, men munnu tær hava verið rættiligar mangulfullar.
Men frá 1926 fer Føroya Vanlukkutrygging at virka, og hon hevur verið eitt stórt framstig.
Taka vit 1932 kunnu nevnast tær upphæddir, sum vóru galdandi í tíðarskeiðnum 1931-1944. Tá fekk ein einkja kr. 3.500. Tað vóru bert einkjur, sum fingu, meðan einki varð goldið fyri ógiftar dreingir.
Ein viðbót varð latin til hvørt barn upp á 2.700 kr. Tó kundi samlaða endurgjaldið ikki fara upp um 6.300 kr.
Eini hús kostaðu tá millum 3.000 og 4.000 kr. Tískil svaraði endurgjaldið til einkjuna nøkunlunda til prísin á einum húsum.
Tað kom annars fram í sambandi við minningarhaldið, at saman við haldi av Familie Journalen var eisini ein trygging, sum gav endurgjald til onkran av teimum, ið fórust við Immanuel, og tað uttan mun til, um viðkomandi var giftur ella ikki. Henda trygging gav 500 kr., sum var nógv tá í tíðini.
Óli endaði við at siga, at hann helt tað vera sera umráðandi, at hendan søgan ikki sleppur at doyggja. Hóast okkara børn og barnabørn í dag kanska ikki duga at skilja tað, eiga tey at fáa at vita, at teirra og okkara vælferð ikki hevur verið ókeypis. Tí skulu tey heldur ikki halda, at hon er nøkur sjálvfylgja.

Støðan hjá teimum avvarðandi
Dávur Jacobsen er sonur Augustu og Per Jacobsen, sum var bestimaður við Immanuel. Hann var fimm ára gamal í 1932 og minnist sera væl til. Hann greiddi frá, hvussu tað upplivdist at vera barn í húsi, har pápin var farin. Ein partur av hansara frásøgn var í greinini, sum vit høvdu um Lauru og Imannuel, har hann m.a. minnist, tá ið tey hildu Immanuel loksins koma inn eftir Skálafjørðinum, men tá var tað eitt annað skip. Tá mistu tey seinasta neistan av vón. Eisini greiddi hann frá tí hjálpsemi, sum tey merktu, og tað samanhald, sum var í bygdini. Søgan hjá Dáva er eitt virðismikið íkast at lýsa støðuna í einum heimi við fleiri systkjum, har pápin var farin.
Vit ætla í eini komandi Miðviku at endurprenta framløguna hjá Dáva í síni heild.

Støðan í bygdini
Maria Jacobsen er dóttir Agnas og Jacob Olsen. Men hon vaks upp hjá fastrini Oluffu, sum hevði mist mannin Sámal, sum var mammubeiggi hennara, við Immanuel. Eftir sat Oluffa við 8 børnum.
Maria greiddi sera livandi frá, hvussu henda vanlukkan førdi til samanhald og meira tolsemi í bygdini. Bæði brøðurnir og heimamissióniónin vóru rættuliga sterk í Søldarfirði. Hetta vóru jú markantar andaligar rørslur, so tað kundi meira enn so henda tá í tíðini, at neistar fuku teirra millum.
Men alt hetta broytti vanlukkan við Immanuel í Søldarfirði, og tað kom í lag eitt fyrimyndarligt samstarv teirra millum. Hetta var partvíst á tí praktiska økinum. Møtini vóru løgd soleiðis, at tey ikki vóru til fortreð fyri hin partin. Gingið varð á møti hjá hvørjum øðrum, og í boðskapinum var størri tolsemi móti hvørjum øðrum, enn tað sum vanligt var annars.
Maria greiddi eisini frá sambondini millum tey ymisku húsini í Søldarfirði. Har vóru eini 30 hús, og næstan øll teirra vórðu so ella so rakt at vanlukkuni.
Maria tók eisini til hesar konurnar. Sjálvt tá alt gekk væl, høvdu tær sínar avbjóðingar við at vera heima við einum hópi av børnum og klára alt.
Hetta var ikki minni galdandi, tá ið maðurin fall frá, og tær gjørdust púra einsamallar um ábyrgdina.
Maria greiddi eisini frá arbeiðinum at fáa til vega minnisvarðan fyri góðum 25 árum síðani. Tá lutaseðlar vóru seldir vóru tað bygdir, sum tóku serliga væl undir við hesum tiltaki. Hetta vísti seg eisini at vera bygdir, sum serliga høvdu »grátið um Søldarfjørð« í 1932.

Sporini
Sámal Petur í Grund tók at enda saman um og hugleiddi um tær avleiðingar, sum vanlukkan hevði havt fyri Søldarfjørð. Sjálvvandi hevur hetta havt stórar avleiðingar. Um mett verður eftir fólkatalinum í dag vildi ein slík vanlukka svarað til, at 40 mans í bygdini knappliga vóru burtur úr samfelagnum frá degi til annan.
Sámal Petur metti, at uttan hesa vanlukku hevði Søldarfjørður verið dupult so stór bygd, sum hon er í dag.
Umframt Immanuel er ein onnur slóð, sum hevur merkt nógv fyri bygdina og tað er kríggið, har oljutangarnir er mest ítøkiliga sporið.
Sámal Petur kom eisini inn á samanhaldið í bygdini, sum m.a. førdi við sær, at bøndurnir lótu heimum, sum vóru rakt av vanlukkum, eina keningarær í teirra haga.
Eisini kom Sámal Petur inn á andaliga tolsemið í bygdini, sum vísti, at øll stóðu saman, tá ið vanlukkan hendi. Hetta kom eisini til sjóndar leygarkvøldið, tá ið ein slík hending fyri 75 árum síðani kundi savna ein slíkan skara tvørtur um øll mørk.
Semja var um, at tað er rætt, at vit minnast teir farnu á hendan hátt. Tað vóru hóast alt hesir, sum løgdu grundarlagið fyri okkara vælferð í dag.