Minningarorð um Jütta S. Jacobsen (á Bakka)

f. 10.05.1914 Jørgensen í Miðvági d. 07.04.2005

Omma livdi eitt langt og gott lív. Tó so, hon hevði eisini mótgongd í lívi sínum; men hetta dugdi hon so ómetaliga gott at bera. Hon hevði eitt sera lætt lyndi, látur og lívsgleði fylgdi henni altíð. Hon var so vælsignað lívsglað, at hon altíð gleddi og lyfti hini upp, hóast hon mangan - serliga seinastu 33 árini var tann sum átti at tørva troyst og uppmuntran.

Jütta Sophie Jørgensen var dóttir Hans (f. 11.01.1874) og Onnu Sofíu Jørgensen ( f. 09.09.1881) í Miðvági. Hans var sonur Niclas (f. 04.06.1840) og Ellen Jørgensen ( f. 09.04.1835) og abbasonur Jørgen Frants Jacobsen ( f.01.061811) sum kom úr Bayansstovu í Havn vestur til Miðvágs at halda skúla í 1829. Fyrsti skúli á bygd í Føroyum varð bygdur í Miðvági í 1830, og hevur ættarfólk hansara síðani verið rópt "í Skúlanum", tí tey eru uppvaksin har. Framvegis eru ættarfólk í hesum yrki í Miðvági.

Jütta giftist 6. desember 1936 Johan Hendrik Jacobsen á Bakka á Glyvrum ( f. 17.11.1903 - d. 23.01.1987). Abbi var ein sera skemtingarsamur maður, dámdi væl at taka speiskliga til. Tey 21 árini mær untist at hava saman við honum, minnist eg hann sum ein góðan vin. Vit vóru sera væl, prátaðu um mangt og hvat. Serliga hevði hann áhuga í tí vinnuliga, sum fyrifórst á Bakka. Var sera spentur í hvussu tað gekk. Hann dámdi væl at siga frá søgum og siga frá gamla bygdalívinum á Glyvrum. Hann var við at byggja kirkjuna á Glyvrum í árunum 1925-1927, og var eisini við at byggja aðrar kirkjur í Føroyum, m.a. í Vági. Hann var góður smiðjur, og smíðaði eisini fleiri hús saman við pápa mínum.

Johan Hendrik var ættaður av Glyvrum, úr bóndahúsinum í Niðristovu á Glyvrum. Hann var sonur Rasmus Jacobsen (f. 26.11.1866) og Jóhonnu f. Isaksen (f. 31.03.1863) ætta av Húsum. Mamma Johan Hendrik var seinna konan í hjúnarlagi við Rasmus Jacobsen. Fyrra konan var Rasmina Maria Isaksen (f. 1866), sum var yngra systir Jóhonnu. Rasmina átti Christian, Jákup, Mariu og Martin. Jóhanna átti Meinhard, Johan Hendrik og Clement.

Omma segði um abba og brøður hansara, at sera gott samanhald millum brøðurnar. Teir áttu alt í felag og róku virki niðri á Bakka. Teir fingust við handilsvirksemi og høvdu turkihúsið.

Ættarbondini millum bóndahúsið í Niðristovu á Glyvrum og skúlahúsið í Miðvágið vóru sterk. Hetta gjørdi at omma kom inn á Glyvrar sum umleið 16 ára gomul. Elin - mamma Hans Jørgensen var elsta dóttir bóndan í Niðristovu á Glyvrum Jákup Christiansen (f. 29.07.1793 d. 15.11.1883). Bróðir hennara Christian Jacobsen (f. 05.03.1827 d. 09.12.1918) var næstelstur, og festi í Niðristovu 24. januar 1859, sonur hansara Rasmus Jacobsen (f. 26.11.1866 d. 29.12.1931) var pápi Johan Hendrik.

Omma fór í 1933 til Íslands, og var har í eitt ár og tænti á einum garði. Hon varð altíð sera glað fyri hesa tíðina. Eg haldi hetta varð viðvirkandi til at hon altíð hevði sera lætt við at ferðast. Tá børnini vóru komin undan, var hon nakrar ferðir uttanlanda, hóast abbi ongantíð vildi fara við. Hann fór ongantíð útum landoddarnar. Eg minnist í 1972 tá hon var í Danmark á ferð keypti hon mær og Jákup Paula hvør sítt ur, sum vit kundu brúka tá vit fóru í skúla - eg hevði tað inntil eg var fermdur og tá fekk eitt nýtt. Hon varð í útlondum og ferððist nakrar ferðir, og fyri eini 3 árum síðani var hon aftur á ferð í Danmark og vitjaði skildfólk. Hon helt tað var sera lætt at ferðast ídag.

Tá Omma kom aftur úr Íslandi í 1933, stóðu húsini liðug. Upprunaliga var ætlanin at hon skuldi læra at seyma hjá skómakaranum í Gøtu; men Elin og Hanna fingu hana at koma til Íslands ístaðin.

Hon búði á Glyvrum í bóndahúsunum, og eisini í húsunum á Bakka hjá Meinhard og Minu, men tá tey giftust í 1936, fluttu tey so í húsini, sum høvdu staðið liðug í eitt ár. Brúdleypið stóð í egnum húsum.

Jütta var sætta í einum systkinnaflokki uppá 11 systkin. Elstur var Niclas, so kom Sofía, Hanna, Ellen, Jørgen Frantz, Jütta, Joen Pauli, Hans, Alfred, Rickhard og Betti. Hóast omma fekk heilabløðing sum 61 ára gomul og tá var illa stødd, so livdi hon longst av systkjunum; men nú eru so øll farin.

Á ættarstevnuni ífjør, tá ættarfólk eftir systkini hjá Jüttu vóru boðin saman, vóru 367 núlivandi fólk skrásett í ættini, og vit vita um fleiri sum eru komin síðani, so sigast má at ættin er stór.

Jütta og Johan Hendrik fingu 5 børn saman. Jóhanna, Hans, Róland, Hallgerð og Martin. Samanlagt eru eftirkomarar eftir Jüttu nú 49 í tali, sum øll eru á lívi. Heim teirra var á Bakka á Glyvrum, har eitt trygd og fjálgt heim fyri teirra børn, abba og ommubørn og langommubørn var. Heimið var ein miðdepil fyri familjuna, har hugni, gleði, stuttleiki og kærleiki stóðu í hásæti. Omma dugdu uttan tað stóra hóvástákið at savna og vera tann, sum lærdi okkum ikki at stúra fyri morgindegnum.

Hóast omma nú bert manglaði 33 dagar í at gerast 91 ára gomul - og aldurin harvið kann sigast at vera rokkin - so verður saknurin stórur nú hon ikki er millum okkum longur. At fara niðan at vitja hana fríggjadag og drekka ein kaffimunn saman við henni og fáa eitt prát. Hon væntaði meg altíð, hóast eg ikki kom altíð, so vildi hon vera klár um eg kom niðan. Og Martin, ja hann skuldi koma hósdag. Soleiðis var síðstu árini alt í síni føstu legu hjá henni. Øll vóru javnan og vitjaðu ommu, tí tað var so stuttligt at vitja hana. Og um onkur ikki kom, ja so saknaði hon tey.

Í "Fløvanum" var hon regluliga saman við øðrum "tilkomnum" fólki. Serliga væl dámdi henni at spæla "bodja" - hon ætlaði sær til stórkapping í hesum spæli nú um nakrar vikur; men tað verður so ikki.

Tá eitthvørt var hon skuldi til, ja so var hon klár í góðari tíð. Skuldi hon gera eitthvørt, ja - so kundi henda at hon fór upp kl 6 á morgni so hon var vís í at hava alt klárt til tíðina. Omma var røsk og vildi hava alt ordna í góðari tíð. Í betri árum var hon av raskastu konum í fiskaarbeiði. Eg havi hugt í onkrar av bókunum har skrivað var hvussu nógv hvør persónur skrædlaði av sild í árunum 1970 - 1971, og har havi eg sæð at omma rættuliga ofta var hon sum var kvikast til hetta arbeiði. Eisini vaskaði skúlan á Glyvrum fleiri ár; men tá hon varð rakt av heilabløðing í hampuliga góðum árum, varð hon munandi likamliga skerd. Førleikan fekk hon ongantíð aftur, hóast hon kláraði seg væl.

Omma var við í kvinnufelagnum á Glyvrum, hesar kvinnurnar vildu gera mun og ávirkan. Tær vildu betra samfelagið tær livdu í, og ynsktu at gera sítt til at so bleiv. Ídag hoyrist javnan um kvinnufelagshúsið á Glyvrum, sum er ein av varðunum eftir arbeiðið hjá hesum kvinnum. Samfelagið er nógv broytt síðani tá, og kvinnurnar hava sín náttúrliga leiklut í dagsins samfelagi, hóast tað framvegis kundi verið enn betur.

Tvær ommudøtrar eru uppkallaðar eftir tær, eisini dóttir mín er uppkallað eftir tær - omma, eg eri takksamur fyri at mær untist at hava teg sum ommu. Tú var ein undangongukvinna, sum eg síggi upp til. Takk fyri alt.

Regin Jacobsen